Sjey fólk uppsøgd í Gøtu

Sjey fólk, sum arbeiða á Umlættingardeildini hjá Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi í Gøtu, fingu í gjár hoyringsskriv við fráboðan um ætlaða uppsøgn. Tordur J. Niclasen, fyristøðumaður, sigur við Portalin, at hoyringsskrivini eru ein avleiðing av átøkunum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Rósu Samuelsen.

- Orsøkin til ætlaðu uppsagnirnar er, at virksemið, sum Eysturoyar Røktar-og Ellisheim hevur havt í Gøtu síðan 1988, nú verður niðurlagt og við hesum missir Eysturoyggin seks røktarpláss.

Tordur J. Niclasen sigur, at búfólkini á Umlættingardeildini í Gøtu so við og við verða flutt á Eysturoyar Røktar-og Ellisheim í Runavík.

- Vit harmast um støðuna og mugu ásanna, at hesin niðurskurður av plássum í Eysturoynni er eitt stórt afturstig og avmarkar møguleikan munandi at nøkta tann støðugt vaksandi tørvin innan eldraøkið í Eysturoynni.

Fyristøðumaðurin leggur aftrat, at tey sjey starvsfólkini í Gøtu verða uppsøgd eftir galdandi sáttmála.

- Vit ætla at avvikla umlættingardeildina í Gøtu so skjótt sum gjørligt, sigur ein harmur Tordur J. Niclasen.

Myndin er av Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi.