Sjey fólk dripin og átta særd í skottilburði í Hamburg

Ein álopsmaður kann vera millum tey deyðu eftir skottilburð í Hamburg, upplýsir týska løgreglan.

 

Løgrelgan stendur á varðhaldi, har ein skottilburður var í Hamburg í gjárkvøldið. - Foto: Fabian Bimmer/Reuters

Í minsta lagi sjey fólk eru deyð, og minst átta persónar særdir í skottilburði í Hamburg í gjárkvøldið. Tilburðurin fór fram í einum hølum hjá Jehova Vitnum.

Tað skrivar týski miðilin Bild.

Skottilburðurin fór fram í býarpartinum Alsterdorf í norðara partinum av millónbýnum.

Løgreglan í Hamburg skrivar á Twitter, at »skot vórðu latin av í eini kirkju á Deelböge Strasse«.

– Fleiri persónar eru illa særdir, nakrir enntá í lívsvanda, skrivar løgreglan.

Stór løgreglulið eru á staðnum.

– Higartil eru ongar álítandi upplýsingar um motið fyri brotsgerðini, skrivar løgreglan.

Hildið verður, at ein álopsmaður kann vera millum tey deyðu eftir skottilburðin, upplýsir løgreglan sambært tíðindastovuni AFP.

– Vit hava einki, sum bendir á, at ein illgerðarmaður flýggjaður av staðnum, upplýsir løgreglan sambært AFP.

Kanningarfólk halda hinvegin, at »mangt bendir á, at ein illgeraðarmaður kann hava verið í bygninginum og enntá vera millum tey deyðu«.

Løgreglan varð boðsend til økið umleið klokkan 21.15, upplýsir ein talsmaður fyri løgregluna sambært tíðindastovuni dpa. Løgreglufólk komu skjótt á staðið.

Fyrst sá løgreglan deyð og særd, og síðani hoyrdu løgreglufólk eitt skot. Eitt stað hægri uppi í bygninginum fann løgreglan ein deyðan mann, sum hildin verður er illgerðarmaðurin.

 

##med2##

Løgreglan hevur mælt borgarum til at halda seg burtur frá økinum. Tað varð sambært týsku miðlunum Bild og RTL send út ávaring um »álvarsaman vanda«.

Ávaringin verður helst skjótt tikin aftur, segði talsmaður fyri løgregluna fyri sjónvarpsstøðini n-tv sambært dpa seinni hósdagin.

– Eg gangi út frá, at ávaringin annaðhvørt skjótt kann takast aftur ella longu er tikin av, segði talsmaðurin sambært dpa.

Orsøkin til skottilburðin er enn ógreið.

Sjúkrahús í økinum eru sambært týsku miðlunum tilbúgvin.

Ein journalistur frá dpa er á staðnum og upplýsir, at bjargingarfólk bóru fólk út úr bygninginum hjá Jehova Vitnum.

– Tey deyðu hava øll skotsár, sigur talsmaður fyri løgregluna.

Trygdarkeldur upplýsa fyri dpa, at skottilburðurin verður mettur at eina »isolerað hending«.

Borgarstjórin í Hamburg, Peter Tschentscher, sigur seg vera »skakaðan« av hendingini.

– Mín djúpasta samkensla fer til tað avvarðandi, skrivar hann á Twitter.

/ritzau/

 

Løgrelgan stendur á varðhaldi, har ein skottilburður var í Hamburg í gjárkvøldið. - Foto: Fabian Bimmer/Reuters