Hvar verða jólini hildin í ár?
- Vit halda jól heima saman við tveimum gentum, sjeikum teirra og einum pleygudreingi úr Niðurlondum.
Tað sigur Ragnhild Joensen, sum er úr Nólsoy, men sum hevur búð í Danmark í mong ár.
- Vit vóru sjey fólk úr seks ymiskum londum til døgurðaborðið í gjár - úr Spania, Týsklandi, Niðurlondum, Noregi, Danmark og so eg úr Føroyum.
Hvat høvdu tit á borðinum jólaaftan?
- Gás, fleskasteik og spanskt vín.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Friður!
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Mær dámar eini friðarlig og avslappandi jól og nærveru, sigur Ragnhild Joensen.