Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap

- Veðrið verður hampiligt fyrst í næstu viku, men versnar, sum vikan gongur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku.

 

Undir Føroyum eru í løtuni fimm frystilínuskip, og tvey eru í Grønlandi. Skipni fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag, at streymurin verður brúkiligur alla næstu viku.

 

- Veðrið verður hampiligt fyrst í næstu viku, men versnar út á vikuna. Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri fyrst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, men fiskiskapurin er smáligur.