Sjey lík: Trý fólk framvegis saknað

- Hetta er eitt bjargingarátak, so leingi sum onnur avgerð ikki fyriliggur, sigur átaksleiðari.

 

 

Nú eru sjey fólk funnin í leivdunum av leirskriðulopinum í Ask í Gjerdrum kommunu, norðan fyri norska høvuðsstaðin, Oslo. Tað var klokkan 17.27 norska tíð í dag, at løgreglan kunnaði um hetta. Persónurin varð staðfestur deyður á staðnum.

Hetta merkir, at sjey lík nú eru funnin, og soleiðis eru tríggir persónar, sum leitað verður eftir í leivdunum. Átaksleiðarin, Bjørn Christian Willersrud, sigur, at persónurin varð funnin eftir eitt gott samstarv millum allar partar, sum eru við í bjargingararbeiðnum.

Átaksleiðarin leggur dent á, at tey framvegis leita eftir fólki á lívi. - Vit halda, at vónir enn eru um at finna fólk á lívi í leivdunum. Hetta er eitt bjargingarátak, so leingi, sum onnur avgerð ikki fyriliggur, sigur átaksleiðarin.

Sum skilst, verður fyribils leitað í alt kvøld og eisini í nátt - í vónini um, at tey trý, sum enn eru saknað, verða funnin á lívi. Upprunaliga varð leitað eftir 10 fólkum, men nú eru so bert trý eftir, sum enn ikki eru funnin eftir herviliga leirskriðulopið.