Sjey línuskip sleppa á Flemish Cap ár

Seks línuskip hava higartil fingið loyvi at royna á Flemish Cap í ár. Sjeynda skipið, nýggi Klakkur, sum er á veg til Føroya úr Norra, fær loyvi, tá ið hann kemur til Føroya, sigur Hávldan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip

Tey seks frystilínuskip, sum hava fingið loyvi til at royna á Flemish Cap í ár, eru Jákup B, Ågot, Eivind, Kambur, Stapin og Jógvan I.

Nýggi Klakkur, sum júst er keyptur úr Norra, fer eisini at fáa fiskiloyvi.

– Klakkur er ávegis til Føroya, men tað er ikki gott veður, so eg veit ikki, nær teir koma. Men hann fær loyvi, tá ið hann kemur, sigur Hávldan Gudmundsen.

Fiskiskapurin á Flemish Cap kann byrja 14. januar, men enn hevur einki av línuskipunum sett kós móti Flemish Cap.

– Allir bíða eftir betri veðurlíkindum. Tað eru 1600 fjórðingar, og tað kann taka millum 7 og 13 dagar at sigla, alt eftir hvussu veðrið er og hvussu skjótt skipini sigla, sigur Hávldan Gudmundsen.

Kvotan minkað næstan niður í helvt

Toskakvotan er nógv minni í ár enn hon var í fjør.

Í ár er kvotan 1.907 tons í mun til 3.911 tons í fjør. Talan er um felagskvotu.

Í fjør vóru 2.635 tons felagskvota og 1.276 tons vórðu seld á uppboði.

– Tað var Nafo, ið mælti til at minka um kvotuna, tí teir mettu, at stovurin var niðurgangandi. Vit vóna, at kvotan fer at vaksa aftur í 2021, sigur Hávldan Gudmundsen.

Skipini plaga at hava sera góðan fiskiskap á Flemish Cap, og um veðrið er til vildar, tekur tað umleið 10 til 13 dagar at fiska kvotuna, metir formaðurin í felagnum Línuskip.
Í ár fara øll skipini at land í Føroyum.

– Kvotan er ikki so stór, so eingin fær fulla last. Um Íslandsloyvini koma upp á pláss, so fylla teir skipið undir Íslandi á heimvegnum, ella teir koma heim at fiska á Føroyagrunninum, sigur sigur Hávldan Gudmundsen.