Seks línuskip eru undir Føroyum, tvey eru á rygginum, tvey eru undir Íslandi, og so er eitt á Flemish Kap. Fýra linuskip undan Føroyum, tvey av rygginum og eitt undan Íslandi koma at landa mánadagin, skrivar Fiskamarknaður Føroya í meting síni av komandi viku.
Tey línuskip hava mest av toski, brosmu, longu, svartkalva og blálongu. Týsdagin kemur tann av Flemish Kap at landa, og hevur hann so at siga bara tosk. Seinni í vikuni kemur eitt línuskip undan Íslandi at landa. Tað verður ein blandingur av toski, brosmu, longu, blálongu og svartkalva. Okkurt línuskip fer, sambært Fiskamarknaði Føroya, út um vikuskiftið.
– Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður nakað skiftandi, so helst verður ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Onkur er eisini, sum roynur eftir kalva, verður sagt í metingini.
Eingin djúpvatnstrolarar er úti, men helst fara teir út um vikuskiftið.
Allir partrolarirnir fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Teir koma at landa, sum vikan líður.
Bara ein trolbátur er úti. Hann fiskar mest tosk og landar síðst í vikuni. Ivasamt er nær hinir fara út, heldur Fiskamarkanðurin.
Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni, fiskaríið er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.