Tað er sjáldan, tú hoyrir um, at heili sjey línuskip koma inn at landa sama dag. Men, soleiðis verður mánadagin, um metingin, sum Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt í dag, fer at halda.
- Vit vænta, at eini sjey línuskip koma inn at landa mánadagin. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Men, tað verður ikki bara mánadagin, at línuskip koma inn at landa.
Gongst, sum tey á Fiskamarknaði Føroya vænta, so koma eitt ella tvey línuskip eisini inn at landa týsdagin.
- Trý ísfiskalínuskip eru nýliga byrjaði túr undir Ísland, og tey koma ikki inn at landa aftur fyrr enn eftir páskir. Tvey frystilínuskip eru eisini til fiskiskap í íslendskum sjógvi.
Um útlitini til útróður, veit marknaðurin at siga, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini gott. Tí verður roknað við, at nakað av útróðri verður í næstu viku.