Sjey mánaðar leikbann til Navarro

Evropeisku fótbóltssamgongan, UEFA, tók í dag avgerð at døma David Navarro sjey mánaðar langt leikbann fyri sín leiklut í rokdystinum í Champions League millum Valencia og Inter. Her kom Navarro rennandi inn á vøllin eftir dystar og sló Inter-spælaran, Nicolas Burdisso, í andlitið, so hesin breyt andlitið.

Fleiri spælarar vóru bladaðir uppí rokið mitt á vøllinum, og Navarro er heldur ikki tann einasti Valencia-spælarin, sum er dømdur leikbann. Verjuspælarin Carlos Marchena hevur fingið fýra daga leikbann í Champions League kappingini.

Eisini fleiri Inter spælarar eru dømdir leikbann. Burdisso og Maicon hava fingið seks daga leikbann í Champions League, meðan Ivan Cordoba hevur fingið tríggjar daga leikbann og Julio Cruz hevur fingið tveir dagar.

Valencia kom annars víðari til fjórðingsfinalurnar eftir 2-2 á úivølli og 0-0 heima.