Ein kvinna skal nú í fongsul í sjey mánaðir, tí hon var atvoldin til eina ferðsluvanlukku, har ein maður doyði Tað fekk syndarligar avleiðingar, tá ið ein kvinna tíðliga ein sunnumorgunin stutt fyri jól, gjørdi av at seta seg í bilin við góðari kenning og ávirkað av narkotika, og koyra í eitt morgunball.
Á vegnum misti hon tamarhaldið á bilinum og tað kostaði einum ósekum fótgangara lívið.
Ì morgun fall hamarin í Føroya Rætti og har varð avgjørt, at hon nú noyðist í fongsul í sjey mánaðir.
Harafturat missir hon koyrikortið í fimm ár.
Hon játtaði seg sekan í at hava koyrt við kenning og hon játtaði seg sekan í at hava tikið amfetamin.
Hon visti eisini, at tað var ólógligt at koyra bil, tá ið hon var ávirkað og hon helt eisini, at hon hevði koyrt skjótari enn loyvt er.
Men hon minnist onki til sjálva vanlukkuna og tí fekk hon ikki tikið støðu til tann spurningin.
Ákærin helt, at fongsul í sjey mánaðir var hóskandi og at missa koyrikortið í fimm ár og tað var dómarin samdur í.
Dòmarin ásannaði, at talan um harða revsing, men hetta var fyri at vísa, hvussu álvarsliga samfelagið tekur slíka framferð og revsingin er hørð fyri at fyribyrgja meiningsleysum deyðsvanlukkum í ferðsluni.