BEDING
Adressan er Heygsstøð 10 á Strondum, og navnið er Sp/f Andersens Beding.
Ein vanligan dag arbeiða allir sjey menninir, sum eru í starvi hjá fyritøkuni, undir sama taki ella í umhvørvinum kring Heygsstøð. Men tað eru eisini dagar, har einir 2-3 mans fara út at gera uppgávur, sum bedingin verður biðin um at gera. Talan kann vera um ymiskar umvælingar, ísetan av motorum – ella hvs-arbeiði, sum teir á bedingini á Strondum eisini taka sær av.
- Vit kunnu taka flestu uppgávur á okkum, og verða vit bidnir, koyra vit gjarna út um landið. Tað er bara eitt, sum vit ikki gera, og tað er el-arbeiði. Slíkt lata vit aðrar um.
Tað sigur Høgni Andersen, sum saman við trimum øðrum í familjuni eigur Sp/f Andersens Beding.
- Navnið á bedingini stavar frá pápa mínum Anders, sum doyði fyri fáum árum síðan. Bedingin hevur verið í familjuni í sløk 20 ár. Í dag eru vit fýra, sum eiga 25% í part. Ein beiggi mín, sum býr í Esbjerg, eigur ¼, systir mín og maður hennara eiga ¼, bróðursonur mín, Jóhan, sum eisini arbeiðir á bedingini, eigur ¼ - og síðan eigi eg hin seinasta fjórðingin, sigur Høgni.
Tað var annars Dia Rasmussen, sum bygdi bedingina á Heygsstøð í sekstiárunum.
Ymiskar uppgávur
Høgni Andersen heldur, at tað er ein fyrimunur í skiftandi tíðum, at arbeiðsplássið er fleksibult.
- Vit gera nógvar maskinumvælingar og motorísetingar, og vit arbeiða við rustfríum stáli, glastrevju og timbri.
Hann sigur, at sjálvandi er ein fittur partur av virkseminum hjá eini beding at taka smærri skip og bátar upp.
- Alt árið hava vit bátar og smærri skip uppi, og í flestu førum syrgja vit eisini fyri málaraarbeiðnum. Annars taka vit okkum av ymiskum umvælingum og ístandsetingum, tá biðið verður um tað. Seinnu árini hava vit eisini gjørt meiri við glasfipur enn áður, og her kunnu vit loysa flestu uppgávur, ið tørvur er á, sigur Høgni.
Nýggir skinnarar
Soleiðis, sum sjálv bedingin er fyri beint nú, verða neyvan skip størri enn 20 tons tikin upp.
- Vit gera í løtuni klárt til at leggja nýggjar skinnarar út. Vit eiga tilfarið, sum vit skulu brúka, og ætlandi verður hetta arbeiði gjørt í næstum.
Høgni Andersen sigur, at hóast hetta arbeiði liggur fyri framman, tí neyðugt verður við betri skinnarum, er tó einki til hindurs fyri at taka eitt nú 20-tonsarar upp á verandi beding.
- Í dag arbeiða nakrir mans við at umvæla ein aliflaka, og onkur slengrikjølur skal eisini málast. Aðrir menn arbeiða her inni í smiðjuni, sigur hann.
Eitt, sum lesarin kanska ikki veit so nógv um, er, at Andersens Beding eisini ger hvs-arbeiði – ikki bara umborð á bátum og skipum, men eisini í sethúsum og bygningum.
- Jú, vit bjóða okkum eisini fram innan hvs-arbeiði, men vit gera einki við el-arbeiði, sigur Høgni Ansersen.
Nanni Diesel
Umframt vanligt bedingsarbeiði, maskinumvælingar og umvælingar av træbátum, glastrevju og stáli, hevur Andersens Beding eisini umboðað Nanni Diesel motorar í níggju ár.
- Hetta eru franskir motorar, sum vit og teir, sum hava keypt hesar, hava sera góðar royndir av. Vit hava hesi níggju árini selt einar 70-80 motorar, og eg kann siga, at vit hava ongar eykalutir selt til hesar.
Høgni sigur, at Nanni Diesel verða seldir úr 10 hk. og upp í einar 1000 hk.
- Vit selja ikki stórar skipsmotorar, tó at franska fyritøkan eisini framleiðir hesar. Hetta lata vit tey feløgini um, sum arbeiða á tí økinum, leggur hann aftrat.
Andersens Beding umboðar Nanni Diesel beinleiðis frá verksmiðjuni í Fraklandi, og tí eru hesir eisini kappingarførir í prísi.
- Nanni Diesel vórðu fyrst framleiddir í Italiu. Fyritøkan byrjaði har í 1952, men síðan 1982 eru motorarnir framleiddir í Fraklandi.
Hann sigur, at tá teir bíleggja vanligar slitlutir, sum kunnu vera reimar, filtur og slíkt, tekur tað bara tveir dagar, til hesir eykalutir eru heima í Føroyum.
Eitt annað umboð, sum Andersens Beding eisini hevur, er motul olja, sum er motorolja til diesel-og bensinmotorar.
- Oljan er serliga kend sum motorolja til motorsúklur, men er annars egnað til allar motorar, sigur Høgni Andersen.