Sjey minuttir at drepa grindina

Grindin, sum boðað varð frá í Hvalba, er nú deyð.

– Drápið gekk bæði skjótt og væl, og øll grindin gjørdi landgongd, sigur heimildarmaður okkara.

Tey meta, at talan er um eini 60 hval, og nú verður farið undir at merkja og meta grindina.

Tað var nýggi trolarin, Dýrindal, sum fann grindina eystanfyri klokkan 16:25. Drápið í Hvalba byrjaði klokkn 17:28, og longu klokkan 17:35 var øll grindin deyð. Drápið tók einans sjey minuttir.

Myndir: Poul Laust Christiansen