Sjey partrolarapør eru til fiskiskap

Eitt garnaskip landar mánadagin, og trý landa væntandi seinni í vikuni.

Sjey partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur í løtuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eingin djúpvatnstrolari er á ísfiskaveiði í løtuni.

 

Tey vita eisini at siga, at ein av smáu trolbátunum fiskar norðanfyri, men teir munnu væl vera komnir til lands í kvøld, nú hann øtlar veðrið og sigur uppí orkan.

 

- Trolbáturin fiskar mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Helst fara trolbátarnir út aftur, tá veðrið batnar, verður lagt aftrat.

 

At enda verður sagt, at eitt garnaskip landar mánadagin, og trý landa væntandi seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur í løtuni.