Sjey prosent meiri inn í skatti

Higartil í ár er rættiliga fitt komið meiri inn í skatti enn tað var um somu tíð í fjør. Tað vísir ein nýggj uppgerð yvir skattainntøkurnar hjá landi og kommunum.

Uppgerðin vísir, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, eru 6,6% meir komin inn í landsskatti enn í fjør.

Í krónum er talan um eina hækking úr góðari 1,022 milliard upp í eina slaka 1,090 milliard, ella ein vøkstur upp á slakar 68 milliónir.

Taka vit kommunuskattin, eru 7,28% komin meiri inn í níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.

Í tølum er talan um ein vøkstur úr sløkum 957 milliónum upp í 1,026 milliard, ella ein vøkstur upp á góðar 69 milliónir.

Hetta merkir so eisini, at næstan allar kommunur hava fingið væl meiri inn í skatti frá januar til september í ár, enn tær fingu í fjør.