Talva 1 vísir lønargjaldingarnar í samlaða búskapinum. Lønargjaldingar eru allar útgoldnu lønirnar samanlagt. Tað merkir, at lønargjaldingarnar veksa, tá ið fleiri starvsfólk leggjast afturat starvsfólkahópinum, og tá ið fólk arbeiða yvirtíð ella fáa lønarhækkan.
Árligi vøksturin í samlaðu nominellu lønargjaldingunum hava ligið millum 4% og 7% frá 2021 til 2025. Tað eru fleiri orsøkir til vøksturin í lønargjaldingunum seinastu árini; millum annað lønarhækkan, at summir starvsbólkar hava fingið lønarlyft, og at tað hevur verið vøkstur í starvsfólkatalinum. Vøksturin í lønargjaldingunum hevur í vinnuni og almennu partafeløgunum verið rættiliga støðugur í tíðarskeiðinum 2021 til 2025; millum 4-5%. Gongdin í tí almenna er ikki heilt hin sama, talva 1 vísir, at vøksturin var slakari í 2022 og 2023 (4% og 5%), enn í 2024 og 2025, tá ið vøksturin í lønargjaldingunum var ávikavist 9% og 6%.
Talva 1
##med2##
Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her













