Sjey ára gamal stungin í hel

Løgreglan í svenska býnum Umeå hevur tikið tvey fólk, sum eru skuldsett fyri at hava stungið ein sjey ára gamlan drong so meint við knívi, at hann doyði. Løgreglan sigur, at tey bæði tiknu vóru avvarandi hjá dronginum, og at talan helst er um eina familjuvanlukku.

Fólk hava greitt løgregluni frá, at tey hoyrdu onkran rópa eftir hjálp stutt fyri klokkan átta í morgun, og sambært løgregluni var hetta stutt eftir, at drongurin varð stungin. Hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, har hann doyði.

Dan Anderson hjá løgregluni í Umeå sigur við Expressen, at enn er ov tíðliga at siga, um nakar annar kann setast í samband við tilburðin í morgun.