Átta fólk, teirra millum ein sjey ára gomul genta, blivu løstað í einum álopi nær eini mosku í Avignon í Provence í suður-Frankaríki í gjárkvøldið.
Tað var tá fólk vóru á veg heim úr moskuni, at tveir mans lupu úr einum bili og skutu eftir fólki, sum vóru á veg úr moskuni.
Teir báðir menninir komu koyrandi í einum Renault Clio. Annar hevði eina byrsu, hin ein revolvara. Báðir fjaldu andlitið. Eftir álopið rýmdu teir av staðnum og í løtuni leitar franska løgrelgan eftir teimum.
Fýra fólk vórðu rakt av skotum, men ein familja upp á fýra fekk skaðar av brotum, tá skotini raktu íbúð teirra.
Vitni siga, at hóast tveir mans vóru vápnaðir, vóru fýra mans í bilinum.
Sambært fronsku løgregluni er talan ikki um eitt yvirgangsálop, men eitt stríð millum kriminellar bólkar í økinum. Miðlarnir tykjast ikki vera líka sannførdir og vísa á, at so seint sum hósdagin royndi ein maður at koyra inn í eina mannamúgvu, sum var á veg heim úr eini mosku í París.