Sum væntað gjørdust Hillary Clinton og Donald Trump stóru sigursharrarnir á Super Tuesday.
Hillary Clinton hevur vunnið sjey statir higartil, í Arkansas, Virginia, Tennessee, Alabama, Texas, Georgia og Massachusetts.
Kappingarneyti hennara, Bernie Sanders, vann í fýra statum, Vermont, Oklahoma, Colorado og Minnesota.
Hillary Clinton hevur nú tryggjað sær nærum helvtina av teimum umboðsmonnunum, hon má hava, um hon skal gerast valevni. Í løtuni hevur hon 1.000 umboðsmenn, meðan Bernie Sanders hevur 371. Eitt valevni skal hava 2.382 umboðsmenn fyri at gerast forsetavalevni.
Hjá republikanarunum vann Donald Trump í Alabama, Arkansas, Georgia, Massachusetts, Tennessee, Virginia og Vermont. Ted Cruz vann Texas og Oklahoma, meðan Marco Rubio vann í Minnesota.
Donald Trump hevur higartil vunnið 274 umboðsmenn, Ted Cruz 49 og Marco Rubio 82. John Kasich hevur 25 og Ben Carson 8. Hjá republikanarunum skal eitt valevni hava minst 1.237 umboðsmenn, so enn er langt á mál, eisini hjá Donald Trump.
Meiri verður um amerikanska valið seinni í morgun.