Sjey trolbátar eru til fiskiskap í løtuni

Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Teir koma allir inn at landa í næstu viku.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og flestu skipini koma inn at landa í næstu viku. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolararnir framvegis hava smáligan fiskiskap eftir upsa.

 

Tvey partrolarapør fiska gulllaks, men nú fer vertíðin hjá teimum at styttast nakað. 

 

Pørini á gulllaksi plaga at vera trý í tali, men síðan Eysturbúgvin sakk tíðliga í gulllaksavertíðini í ár, hava tey bara verið tvey.

 

Spurningurin er so, um pørini, sum fiska gulllaks, møguliga fara at royna eitt sindur longri, nú skipini á hesi veiði eru tvey færri enn vanligt.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva í bretskum sjógvi og frysta veiðina umborð.

 

Í løtuni eru fimm av teimum smáu trolbátunum á landleiðini, og tveir eru norðanfyri.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Teir koma allir inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.