Sjey venjarar hava fingið sparkið

Premier League: Rafael Benitez bleiv tann sjeyndi í røðini, at fáa sparkið í hesum kappingarárinum

Everton boðaði í gjár frá, at felagið hevur koyrt venjaran, Rafael Benitez. Fyrrverandi venjarin hjá Liverpool bleiv tann sjeyndi í røðini, at fáa sparkið í hesum kappingarárinum í Premier League.

 

Undan honum hava Xisco Munoz (Watford), Steve Bruce (Newcastle), Nuno Espirito Santo (Tottenham), Dean Smith (Aston Villa), Daniel Farke (Norwich) og Ole Gunnar Solskjær (Manchester United) fingið sparkið.

 

Eina løtu í gjár varð mett, at Wayne Rooney er favorittur at taka yvir. Hann er venjari hjá Derby. Í dag verður tó mett, at fyrrverandi venjarin hjá Everton, Roberto Martinez, er høvðusfavorittur.

 

Eitt annað boð er Duncan Ferguson, sum hevur verið hjálparvenjari seinnu árini. Hann er væl lýddur millum áskoðararnar, og hevur verið fyribilsvenjarin eitt stutt tíðarskeið. Av øðrum kunnu nevnast Graham Potter (Brighton), Frank Lampard og Nuno Espirito Santo.