Sjeyndi flokshopparin í Javnaðarflokkinum

Tey flestu av umboðunum hjá Javnaðarflokkinum hava umboðað aðrar flokkar

Um Magni Laksafoss skuldi farið upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum, so nýtist honum ikki at kenna seg fremmandan har. Tí tey flestu av umboðunum hjá Javnaðarflokkinum hava umboðað aðrar flokkar.

 

1. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum longu eftir ein dag í Løgtinginum og hevur verið uttanflokkatingkvinna síðani.

 

2. Heðin Mortensen hevur áður umboðað Sambandsflokkin í Løgtinginum og í Tórshavnar býráð.

 

3. Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann ikki kennir seg bundan av Javnaðarflokkinum og samgonguni – og hann umboðar eisini annan lista í Tvøroyrar býráð enn Javnaðarflokkin. Og hevur fyrr verið tjóðveldismaður.

 

4. Helena Dam á Neystabø hevur áður umboðað Sjálvstýrisflokkinum í Løgtinginum og í landsstýrinum. Hon hevur eisini verið forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum.

 

5. Sjúrður Skaale hevur fyrr umboðað Tjóðveldi í Løgtinginum og í Fólkatinginum.

 

6. Kristianna Winther Poulsen hevur fyrr umboðað Sjálvstýrisflokkin í Løgtinginum.

 

Tað verður í øllum førum nakað, sum tey í Javnaðarflokkinum kenna til, um Magni Laksafoss nú eisini verður partur av Javnaðarflokkinum.

 

Hesi hava umboðað Javnaðarflokkin á tingi og í landsstýri hetta valskeiðið:

 

 

 

atkvøður

1

Aksel V. Johannesen

2.405

2

Sonja Jógvansdóttir

1.021

3

Eyðgunn Samuelsen

433

4

Rigmor Dam

396

5

Heðin Mortensen

392

6

Henrik Old

387

7

Kristin Michelsen

302

8

Bjarni Hammer

298

9

Helena Dam á Neystabø

198

10

Jónleif Johannesen

183

11

Sjúrður Skaale

175

12

Kristianna W. Poulsen

157

13

Djóni Nolsøe Joensen

135

14

Hilbert Elisson

122

15

Bjørg Dam

115