Í gjár vóru politistar á Glyvrum við tí endamáli at kanna ferðsluna. Løgreglan hevur gjørt serliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna hesar seinastu dagarnar og í tí sambandi eru hundraðtals bilar kannaðir.
Hesa ferð vóru tey á Glyvrum og har vórðu 150 bilar kannaðir. Løgreglan hevur skrivað eitt ótal av bótum, men tey siga, at í gjár sá heldur frægari út. Sostatt vórðu 21 bøtur skrivaðar í gjár og tað merkir ,at næstan sjeyndi hvør bilførari fekk bót.
Hesar dagarnar, løgreglan hevur kannað ferðsluna, hava tey ansað eftir, at tað er serliga eitt lógarbrot, sum gongur aftur. Og tað er at bilførar hava ikki koyrikortið uppi á sær og tað kostar 700 krónur í bót.
Aftur á Glyvrum vóru tað fleiri bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið uppi á sær og helvtin av bótunum vórðu skrivaðar fyri hetta.
Tíggju bilførarar fingu bót fyri tað. Men annars koyrdu átta bilførarar við brostnum perum og ein fekk bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan han koyrdi.
Tvey fólk sótu ikki í trygdarbelti og ein bilførari fekk bæði bót og klipp í koyrokortið tí hann hevði eitt barn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tað sat í trygdarbelti.
Og í kavanum í gjár vóru tað fimm bilførarar, sum koyrdi við so slitnum dekkum, at tey vóru ólóglig. Og ein fekk bót fyri ikki at hava skavað kavan av rútunum og tí sá hann ikki nógv væl.