Sjófólk fíggja politiskar ørvitisætlanir

- Hví mugu og skulu okkara politikarar og teirra vælgøddu embætisfólk alla tíðina økja um sítt oyðsl av okkara skattapengum, spyr formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

- Politiski klassin vil klóra endaleysar upphæddir til sín umvegis stóra pott, og sjófólk eru sum vant í skotlinjuni.

- Tann politiski klassin vil klóra endaleysar upphæddir til sín umvegis stóra pott, og sjófólk eru sum vant í skotlinjuni. Men, sjálvt um sjófólk í heilum skulu offrast fyri at fíggja politiskar ørvitisætlanir og gylt lyftir, so er tað neyvan nøktandi.

 

Soleiðis skrivar formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, í dag.

 

Hann setir spurningin, sum so mong onnur seta sær, og spurningurin er: Fær landið ongantíð nokk?  

 

- Vit eru mong, ið undrast yvir, hvussu tað ber til, at flestu politikarar og embætisfólk eftir øllum at døma meta seg at eiga óavmarkaðan rætt til okkara skattapengar - fólksins ogn. Hví mugu og skulu hesir politikarar og teirra vælgøddu embætisfólk alla tíðina økja um sítt oyðsl av okkara skattapengum, fólksins ogn?

 

Og formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur fram:

 

- Tað tykist ikki at koma teimum til hugs - ella so hava tey bara ongar skruplur um tað yvirhøvur - at alt, hetta tey lova í eyst og vest, má fíggjast og verður tikið burturav súrt tjentum inntøkum hjá teimum produktivu í sjó- og fiskivinnuni.

 

Annfinnur Garðalíð spyr, um nakar áhugi yvirhøvur er millum okkara politikarar og embætisfólk at húsast meira ábyrgdarfult við okkara felags fæi og heldur royna at fáa meira fyri minni enn øvut?

 

- Tað tykist bara ikki koma teimum til hugs, at okkurt mark má vera fyri, hvussu nógvan pening tey kunnu taka frá okkum øðrum fyri at reka teirra groteskt uppbólgnaða yvirbygnað.

 

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur tað vera burturvið, at sjófólk skulu tvingast at rinda fyri gylt vallyfti um eitt nú niðursetta arbeiðsviku.

 

- Hví betala politikarar og teirra embætisfólk ikki sjálvi fyri tílíkt, tey borðreiða við - ella vilja tey sjálvi kanska ikki niður í inntøku?

 

Hann vísir á, at nú ein dagin gramdu tey seg í Breddanum í KvF um sokallaðar serskattaskipanir, sum kunnu eggja fólki at fara av landinum at arbeiða.

 

- Men, her var ikki ein einasti spurningur um, hví fólk kanska síggja seg noydd - heldur enn eggjað - at fara av landinum at vinna sær til lívsins uppihald.

 

Annfinnur Garðalíð vísir á, at tað er væl kent, at sjó- og fiskimenn mugu leita sær av landinum fyri at tjena til lívsins uppihald, meðan føroyskir arbeiðsgevarar umvegis "fast track" skipanina samstundis verða eggjaðir til at brúka 3. lands arbeiðsmegi í so at siga allari framleiðslu og innan tænastuvinnurnar. 

 

- Er hetta fyri at kollrenna føroyska mentan og broyta dna’ið hjá tí fólki, sum hevur búleikast her í øldir - ella er hetta ein desperat roynd at fíggja politiskan ørskap? spyr formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

Í Breddanum varð sagt, at landið kann spara einar 200 til 300 miljónir krónur við at avtaka verandi “serskattaskipanir”, og millum hesar skipanir verður jú sjómannafrádrátturin roknaður.

 

- Sjómannafrádrátturin verður meira og meira lýstur sum tað stóra trøllið, sum má og skal niður við nakkanum. Men, hví sjómannafrádrátturin kom, hvat endamálið við honum var, og hvørja funktión hann hevur, hoyrist lítið og einki um.

 

Annfinnur Garðalíð vísir á, at sjómannafrádrátturin kom eftir norskari fyrimynd, har sjómenn fingu ein eyka botnfrádrátt í skattarokningini til tess at fyribyrgja, at fiskiskip komu at liggja vegna manningartrot. 

 

-  Vit høvdu líknandi avbjóðingar í Føroyum og av tí, at fiskivinnan enn meira hjá okkum enn hjá norðmonnum var og framvegis er grundleggjandi fyri samfelagsbúskapin, so valdu vit at gera eina skipan við sjómannafrádrátti sum minti um norsku skipanina.

 

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag slær fast, at í Føroyum er framvegis tørvur á sjómannafrádrátti.

 

Ein longri grein um hesi viðurskifti, sum Annfinnur Garðalíð umrøður, er í dag komin á heimasíðuna - www.fsn.fo - at liggja.

 

 

 

 

 

- Politiski klassin vil klóra endaleysar upphæddir til sín umvegis stóra pott, og sjófólk eru sum vant í skotlinjuni.