Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - spyr Marita Gulklett, um nakar veit at siga um oljudálkaðan svartfugl á føroysku havleiðunum. Hon vísir á, at fuglamaðurin, Jens-Kjeld Jensen, hin 12. februar í ár fekk fráboðan um oljudálkaðan svartfugl á Nólsoyarbanka.
- Millum svartfuglin var eisini ein súla, sum var innsmurd í tungolju. Veit nakar av tykkum nærri um hetta? spyr Marita Gulklett.
Høgni Petersen hevur á sama tráði á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - eina viðmerking. Hann sigur, at á Munkagrunninum fyri umleið tveimum vikum síðan vóru nakrir havhestar eisini smurdir inn í olju. Høgni Petersen leggur aftrat, at tá lógu nakrir russiskir trolarar har nærindis.
Á MRCC Tórshavn sigur vakthavandi, at tað er undantakið, at tey fáa fráboðanir um oljudálkaðan fugl til havs, men tað kemur fyri. Hinvegin er avvarðandi myndugleikin - uttan fyri kommunumark, sum tað eitur - Landsverk.
Lagt verður aftrat, at eitt nú Noreg og Danmark eru partur av einari radarsatelittskipan, sum sporar olju á havinum. Føroyar eru ikki við í hesum samstarvi, tá henda skipan meira hevur til endamáls at staðfesta dálking frá oljuvirksemi.
Á MRCC Tórshavn siga tey, at tyrlan hjá donsku sjóverjuni hevur møguleikar at taka royndir av oljudálking á havinum. Teir kunnu sleppa einari boyu niður á oljublettin, og síðan kunnu teir taka royndir av oljuni upp við sær aftur, sigur MRCC Tórshavn.
In.fo spurdi eisini á Landsverki, sum hevur ábyrgdina av tilbúgving uttan fyri kommunumark, um nøkur fráboðan er komin hagar um oljudálkaðan fugl á havleiðunum.
Kári Mikkelsen, kunningarráðgevi hjá Landsverki, sigur seg ikki hava hoyrt um slíkar fráboðanir, men skuldi spyrja á stovninum, um fráboðanir eru komnar. Um so er, frættir In.fo aftur haðani, og vit fara at venda aftur til málið um dálkaðan sjófugl.