Sjóhitaskipanin á einum vegamóti

Nú verður farið frá Skúlavegi, yvirum Gerðagøtu og so niðan eftir Jógvan Waagsteinsgøtu.

Nú verður farið frá Skúlavegi, yvirum Gerðagøtu og so niðan eftir Jógvan Waagsteinsgøtu.

 

Í sambandi við, at farið verður yvirum Gerðagøtu, verður ein íbinding gjørd til Dr. Margrethu Barnagarðin. Hetta arbeiðið er nokkso tíðarkrevjandi við serligari útgerð og stórum greinrørum.

 

Kloakk skal eisini leggjast og SEV og Føroya Tele leggja eisini sínar leiðingar henda vegin. Tað hevur ikki verið koyrandi eftir Gerðagøtu vegna hetta leiðingsarbeiðið, men verður roknað við, at koyrandi verður aftur í komandi viku.

 

Í vegskurðinum sæst týðuliga farvegur eftir “Stoyptavegi”, sum fyri hetta økið varð gjørdur fyrist í 70-unum – Hann hevur hildið merkiliga væl uttan armering.

 

Verkætlanin við sjóhitaskipanini heldur so fram niðan til ítróttarhallirnar og svimjihøllina. Tá ið kjallarin í Biskupstorginum er liðugur fyrst í komandi ári, ber til at seta skipanina til.

 

Ein spennandi verkætlan, sum eisini dagførur nógvar aðrar leiðingsskipanir, samstundis sum Klaksvík gerst grønari og kommunan sparir ikki so lítið í oljunýtslu.