Diego Costa, áleyparin hjá Chelsea og toppskjúttin í Premier League, er vrakaður til dystin móti meistarunum úr Leicester. Søgurnar siga, at hann ikki hevur vant í tríggjar dagar, tí hann er argur um, at Chelsea ikki hevur tikið av einum boðið úr Kina, sum hevði givið honum 300 milliónir krónur um árið í løn.
Søgan sigur, at Diego Costa ikki hevur vant í tríggjar dagar, og at venjaratoymið hjá Chelsea ikki metir at hann er klárur til dystin, men at veruliga orsøkin er, at hann er argur inn á leiðsluna í felagnum.
Millum miðlarnir, sum bera boðini eru BBC og Sky Sports. Chelsea og Diego Costa hava havt eitt framúr kappingarár. Chelsea liggur fimm stig fremst í Premier League, meðan Diego Costa er toppskjútti í deildini við 14 málum.
Flytingarvindeygað er latið upp í Onglandi og tí kunnu spælarar skifta felag. Chelsea seldi fyri kortum brasilska Oscar til Kina fyri áleið eina hálva milliard krónur, men ynskir ikki at selja toppskjúttan. Undan kappingarárinum seldi Chelsea eisini Ramires til Kina fyri 250 milliónir krónur, meðan John-Obi Mikel fór fyri nakað minni um ársskiftið.
Premier League 21. umfar:
Leygardagin:
Tottenham Hotspur - West Bromwich Albion
Burnley - Southampton
Hull City - AFC Bournemouth
Sunderland - Stoke City
Swansea City - Arsenal
Watford - Middlesbrough
West Ham United - Crystal Palace
Leicester City - Chelsea
Sunnudagin:
Everton - Manchester City
Manchester United - Liverpool