SEV fekk síðst í oktobur virðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt slóðbrótandi arbeiði at brúka varandi orku í síni elektrifisering av føroyska elnetinum. Virðislønin, sum var 350.000 krónur, valdi set at lata til Pálshøll.
Ein stutt sending er nú gjørd um verkætlanina, og hon varð fyrr í dag løgd út á YouTube. Sendingin, sum er 11 minuttir til longdar, sæst omanfyri.