Sjórænarar og súrepli

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur endurprentað tvær vælumtóktar barnabøkur.

Abbi er sjórænari og Blóðreyða súrepli eru bøkur til øll børn - og vaksin - sum dáma at fara á ævintýraferð í hugaheiminum. Tí hugsa tær bara, hvat kann henda, meðan omma fær sær ein lúr …

Herfyri uppafturprentaði Bókadeildin bókina Abbi er sjórænari eftir Jan Lööf. Bókin varð útseld eftir stutta tíð, men er nú hon aftur at fáa saman við søguni um Blóðreyða súrepli.  

 

Sannir klassikarar

Bøkurnar komu út á svenskum á fyrsta sinni í ávíkavist 1966 og 1974. At bøkurnar eru vorðnir sannir klassikarar er onki ivast í. Søgurnar eru lættar og tekningarnar einfaldar, men saman rúma tær eini størri heild. Tað er, sum krógvar Jan Lööf smálutir í myndunum og fær hugaheimin hjá lesarinum at sveima.  Lööf prógvar, at góðska yvirlivur og heldur á at gleða!

 

Stutt um Abbi er sjórænari

Tað eru ikki øll børn, sum eru so heppin at hava ein abba, sum er sjórænari. Omman sigur tó, at tað er svarta lygn, tí abbin hevur verið postmaður alt sítt lív. Men ein dagin, tá ið omman fær sær ein lúr, fer abbin við abbasoninum á sjórænaravitjan.

 

Á spennandi ferðini við drápuligum upplivingum, stormum og skattum hitta teir sjálvandi eisini gamla arvafíggindin hjá abbanum, arabiska sjórænaran Omar. Omar tekur teir til fanga, men tíbetur eydnast teimum at flýggja og vera heima aftur, áðrenn omman vaknar.

 

Stutt um Blóreyða súrepli

Hetta er ein klassisk søga um eitt svik, sum fellir aftur á tann, sum svikaði.

Maðurin í teinuta klædninginum fær eitt súrepli úr plasti frá fruktseljaranum, men tá ið avtornar, er tað fruktseljarin, sum kláar sær í nakkanum og hugsar, hvat er hent. Hann fær tað ikki at bera til, tí plastsúreplið er blivið eitt saftugt, reytt súrepli.

Pauli Nielsen týddi bøkurnra og eru tær báðar 28 blaðsíðir og innbundnar.