Sjóvar kommuna fyrireikar nýtt vinnuøki

Fjósið Innan Glyvur verður í hesum døgum tikið niður. Sjóvar kommuna hevur avgjørt, at økið skal brúkast til vinnuøki.

Sjóvar kommuna boðar frá at fjósið og allir tilbygningarnar skulu takast niður. R-Transport stendur fyri arbeiðnum. Arbeiðið byrjaði spakuliga í seinastu viku og væntast at verða liðugt í næstu viku.

 

Í sambandi við dagføring av byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu, hevur verið mett, at økið fram við Urðarvegnum, har ið fjósið eisini stendur, skal brúkast til vinnuøki, og Sjóvar kommuna hevur í hesum sambandi keypt umleið 40.000 fermetrar av lendi av festinum Innan Glyvur, herundir fjós og tilbygningar.

 

Fyrireikingarnar til vinnuøkið eru komnar væl áleiðis, og kommunan vónar at hetta fer at skapa nógv virksemi og vera við til at betra um livikor og vinnumøguleikar í Sjovar kommunu.