Sjóverjan hevði venjing í Føroyum

Tað merkist í Føroyum, at danska sjóverjan hevur meira fokus á arktiska økið

Støðan í Arktis er spent, og vit eru í løtuni vitni til eina hernaðardubbing, tí øll trý stórveldini hava stóran áhuga í at gera seg galdandi í stóra økinum. Av tí sama hevur danska sjóverjan eisini stórt fokus á at vera til staðar og gera venjingar og annað í økinum, og tí kunnu vit eisini vænta væl meira skipsaktivitet um okkara leiðir komandi árini. 

 

Hósdagin var so venjing í Føroyum, og føroyingar vóru við í venjingini - Arktis Kommando og MRCC. Ein tyrla frá Atlantic Helicopters var við, og so luttók bjargingarbáturin Sverri eisini.

 

Endamálið við venjingini var at røkja samstarvið millum føroysku myndugleikarnar og donsku verjuna. Serligt fokus var á leiting og sleipan í hesari Search and Rescue venjingini.

 

Dukkur vórðu brúktar í venjingini, og Sverri var fyrstur at finna ein av hesum dukkunum, sum vórðu fjaldar í venjingini. Annars luttóku fregattin Iver Huitfeldt og verjuskipið Hvítabjørnin eisini.

 

Venjingin gekk, sambært donsku sjóverjuni, væl, og allir partar fingu okkurt burturúr.

 

##med2##