Í Mentamálaráðnum kanna tey í løtuni møguleikan at leiga og møguliga keypa Sjóvinnuhúsið hjá Tórshavnar Havn at hýsa Fróðskaparsetrinum.
– Har ber til at savna virksemið hjá Fróðskaparsetrinum fyri tað mesta á einum stað, sum nú er á 10 ymsum adressum í høvuðsstaðnum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum við Sosialin í dag.
– Vit kanna í løtuni møguleikan at langtíðarleiga bygnignin – við forkeypsrætti, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Spurd um hetta ikki kann forkoma ætlanini um einaferð at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur sigur hon, at tað verður einki nýtt Setur bygt í bræði.
– Byggivirksemið er sera nógv í løtuni, og samgongan hevur sett sær fyri at tálma íløgurnar hjá landinum. Vandin er fyri yvirupphitan av búskapinum, og tað ynskja vit ikki, sigur hon.
Landsstýriskvinnan vísir á, at nógv stór almenn bygging er í gongd í løtuni.
Í langtíðarløguætlanini eru fyrbils settar av 8-10 milliónir krónur árliga til Fróðskaparsetrið í 10 ár fram. Tað letur ikki upp fyri møguleikanum at byggja nýggjan bygning til Fróðskaparsetrið.
– Mín avbjóðing sum ábyrgdarhavandi á økinum er tí at finna eina hóskandi loysn innan fyri givnu karmarnar, sigur landsstýriskvinnan við Sosialin.
Mentamálaráðið hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina hóskandi hølisloysn til Fróðskaparsetrið, sum í løtuni húsast á eini 10 ymsum matriklum í Havnini.
Fermetratalið í Sjóvinnuhúsinum er á leið tað sama, sum Setrið hevur tilsamans í dag, umleið 7.000 fermetrar.
– Fleiri av hølunum hóska stak illa til undirvísing og gransking og eru ikki eitt lokkandi umhvørvi, sum fær okkara ungu at velja Føroyar sum lestrarland – ella okkara útbúnu fólk at koma heim at starvast á setrinum sum undirvísarar og granskarar.
Rigmor Dam sigur, at tá hon tók við sum landsstýriskvinna, sá hon beinanvegin, at tey hava hópin av stovnum, sum húsast undir sera vánaligum umstøðum.
– Her hugsi eg serliga um Fróðskaparsetrið, Søvn Landsins og Tjóðpallin. Tí fóru vit oman í Sjóvinnuhúsið at vita, um hetta kanska var ein bygningur, sum kundi verið áhugaverdur hjá okkum. Og eg má siga, at eg var tikin á bóli, tá eg kom inn í bygningin.
– Vit eru ikki komin á mál enn, men arbeiða í løtuni miðvíst við tí, eitt nú, hvussu stórur partur av setrinum kundi passað inn, tí ynskiligt er, at so stórur partur sum til ber verður savnaður í einum og sama umhvørvi, sigur landsstýriskvinna.
Hon sigur víðari, at ætlanin eisini er áhugaverd upp á longri sikt, tí grannabygningurin Bacalao er tómur og er bygdur fastur í Sjóvinnuhúsið og kann sostatt sum frálíður gerast partur av Setrinum, tá ið tað skal víðka um sítt virksemið, sigur hon.