Í amerikanska statinum New Mexico stríðast sløkkiliðsmenn við skógareldar, sum nærkast teirri kendu kjarnorkuroyndarstøðini í Los Alamos. Fólk, sum búgva nærhendis støðini, eru bangin, hóast leiðslan har hevur sagt, at eingin vandi er á ferð, tí øll vandamikil evni eru væl goymd.
Í býnum Los Alamos búgva umleið 12.000 fólk, men nógv teirra eru rýmd haðani undan skógareldunum. Umleið 800 sløkkiliðsmenn royna at fáa tamarhald á eldunum, og teir fáa nú hjálp frá starvsbrøðrum í grannastatunum.
Umleið 15.000 fólk arbeiða á kjarnorkustøðini í Los Alamos. Síðani seinna heimsbardaga hevur støðin verið miðdepil í amerikonskum kjarnorkuroyndum.