Skíggjar og stákan kunnu køva jólaboðskapin

– Jólaboðskapurin er, at Jesus gjørdist menniskja og kemur okkum nær í Jesusi Kristi. Tað er ein avbjóðing við skíggjunum og jólastákanini, ið hevur hug at taka uppmerksemi, sigur Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi, sum minnist aftur á tey meira róligu jólini uttan so nógvar gávur, pynt og jólastákan, hann og familjan hildu í Mara í Tansania í nøkur ár

Sandsprestur hugsar nógv um, hvussu hann skal fáa veruliga jólaboðskapin fram, nú jólini annars eru so nógv merkt av skíggjum, stákan og gávum.

– Veruligi jólaboðskapurin er, at Gud gjørdist hold, at Jesus varð føddur sum eitt lítið barn, og hetta var alt fyri okkara skuld, fyri at vit aftur skulu fáa atgongd til Gud. Hetta er eisini eitt profeti, ið gekk út. Hann skuldi kallast Immanuel, tað merkir Gud við okkum, og tað er júst tað, hann er. Hetta er ein fantastiskur boðskapur, sum ikki er í øðrum átrúnaðum. Tað er bara í kristindóminum, at gudurin kemur niður á okkara støði og gongur inn undir okkara kor. Tað er eitt úttrykk fyri hansara kærleika og frelsuætlan. Tað er hetta, vit skulu minna hvønn annan um á jólum, sigur Havstein Klein.

Avmarka skíggjatíðina

Eins og aðrir prestar og prædikufólk annars, so stendur sandsprestur í avbjóðingini, at bera tann veruliga jólaboðskapin fram í eini tíð, har handilslív, nissur, skíggjar, stákan og nógv annað roynir at taka okkara uppmerksemi í jólatíðini.

– Í jólastákinum hava vit lyndi til at gloyma tann veruliga boðskapin. Ella hann fjarar eitt sindur burtur. Vit vera upptikin av skíggjum, stákan og øðrum, ið tekur okkara tíð. Ikki so, skíggjar eru eisini restina av árinum. Tí er gott, um vit kunnu avmarka tíðina frammanfyri skíggjunum, sigur sandsprestur.

– Eg vóni, at fólk vilja geva sær stundir at lurta eftir gleðiboðskapinum og taka hann til sín. Jólaaftan royni eg altíð at hava ein lættari boðskap í kirkjuni, sum børnini eisini skilja. Um børnini skilja tað, so skuldu tey vaksnu eisini skilt tað. Tað eru tó ikki allir tekstir, sum eru eins upplagdir at tosa til børn, til dømis annan jóladag, tá ið teksturin er um, tá ið Stefan verður steinaður, sigur Havstein Klein.


Róligari jól í Tansania

Sandsprestur og familjan hava ikki bara upplivað jól í Føroyum. Undir gudfrøðislestrinum í Stavanger í Norra, hildu hann og konan nøkur jól í Norra, og í fimm ár búðu tey í Mara í Tansania, har Havstein fyrst var trúboðari og seinni prestur í luthersku kirkjuni í Mara stifti í trý ár.

– Jólini í Tansania vóru heilt øðrvísi enn her í Føroyum. Av tí at tað ikki vóru so nógv onnur tiltøk í sambandi við jólini, so fingu vit tíð at seta okkum meira inn í jólaboðskapin og Jesu gerning fyri okkum. Tað var nógv róligari, og fólk nýttu at vera saman sum familja. Vit upplivdu tað eisini øðrvísi sum familja, tí tá vóru tað bara vit, og vit skuldu ikki skunda okkum frá einum staði til næsta stað at vitja ein stóran part av okkara familju, sum vit kenna meira til í Føroyum, sigur Havstein Klein.

Tá ið hann var í Tansania, mátti hann læra staðbundna málið, swahili, og so prædikaði hann á tí málinum.

– Swahili er eitt lætt mál at læra, men tó heilt øðrvísi enn tað, eg kendi áður. Tað gjørdi, at eg mátti nýta nógva tíð at fyrireika meg til tað, ið eg skuldi bera fram, sigur hann.


Jól bara jóladag og annan jóladag

Í Tansania høvdu tey ikki gudstænastu jólaaftan, men jóladag og annan jóladag var hinvegin nógv gjørt burturúr.

– Gudstænasta byrjaði longu klokkan sjey um morgunin jóladag. Har var nógv gjørt burturúr við fleiri kórum, prædiku, hugna og mati. Gudstænastan var ofta ikki liðug fyrr enn út á seinnapartin. Vit fingu ymiskan siðbundnan mat, og eftir sjálva gudstænastuna var felags døgurði til øll. 

– Tað var serliga, tá ið vit komu út í smærru bygdirnar í stiftinum, har prestur annars ikki kom so ofta, at okkum møtti stórur blíðskapur. Nakrar av hesum kirkjunum í prestagjaldinum vóru bara undir einum træi. Alt gekk fyri seg úti, men tað var sera hugnaligt og gott at vera saman við teimum, sigur sandsprestur.

2. jóladag var eins og 1. jóladag nógv gjørt burturúr. Konan og børnini vóru eisini von at vera við, tá ið prestur fór út til gudstænastu á jólum.  

Tá ið teir báðir dagarnir vóru farnir, so vóru jólini liðug.

– Jólini vardu ikki leingi, og lítið varð gjørt burturúr adventini. Lítið varð eisini gjørt burturúr pynti. Vit sóu ein jólamann hanga upp í einum handli og hildu, at nú varð pyntað. Men tað vísti seg, at hesin hekk uppi alt árið. Hann var bara til pynt. Tað var heldur ikki vanligt, at fólk góvu gávur til hvønn annan – men vit upplivdu tó stórt gestablídni. Vit plagdu tó á jólum at geva sekkir av rísi til tey, sum høvdu tørv á tí, og vit høvdu eitt sindur av mati við, tá ið vit vitjaðu ymsastaðni. Annars vóru tað bara vit útlendingarnir í landinum, ið góvu hvørøðrum gávur, sigur Havstein Klein.

Nógvar gudstænastur

Jólini eru ein tíð, tá ið tað er nógv at gera hjá prestunum. Soleiðis er eisini hjá sandspresti, Havsteini Klein, ið hevur verið sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi seinastu fimm árini.

– Eg skal hava fleiri gudstænastur á jólum, og harumframt eru tað skúlagudstænastur, barnagarðsgudstænastur, gudstænastur á ellisheimum og sambýlum umframt onnur tiltøk, har prestur verður biðin at siga nøkur orð. Tað er nógv at fara til, men hetta er eisini ein hugnalig og góð tíð, sigur Havstein Klein.
Seks kirkjur eru í prestagjaldinum, fimm á Sandoynni og ein í Skúvoy. Harumfram hoyrir Stóra Dímun upp í prestagjaldið.

– Eg royni at fara runt í sóknini á jólum. Eg plagi at vera í Skúvoy í adventini. Eg skuldi vera har 2. sunnudag í advent, men tá slapp eg út ikki vegna veður, men tað eydnaðist 3. sunnudag í advent, sum var seinasta sunnudag. Jóladagarnar eri eg á skift í kirkjunum í Sandoynni, sigur Havstein Klein.

Prestur er vanliga ikki í Stóru Dímun ella í Skúvoy á jólum.

Føst siðvenja

Hann vísir á, at tað er sera siðbundið í Sandoynni, í hvørjum kirkjum prestur er jólaaftan, jóladag og annan jóladag.

– Eg havi hildið fast við ta siðvenju, ið hevur verið her í nógv ár, og sum Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi prestur, eisini nýtti. Jólaaftan eri eg altíð í Húsavík og á Sandi, jóladag eri eg í Skálavík og Skopun, og annan jóladag eri eg í Dali. Fólk halda fast í hesa siðvenjuna, og eg havi ikki vilja broytt hana, sigur prestur.

Jákup Reinert Hansen býr í oynni, og hann hevur eisini onkrar gudstænastur á jólum.
Havstein Klein vísir eisini á, at tað eru nógvar aðrar siðvenjur, ið hava við jólini at gera. Til dømis verður prestur vanliga biðin at siga nøkur orð, tá ið jólatræið í teimum ymisku bygdunum í oynni verður tendrað. Eisini verður prestur biðin, tá ið eldrafeløg og onnur hava jólahald.

Nógv at gera

– Jú, tað er nógv at gera hesa tíðina. Eg hevði jólagudstænastu í Skopunar kirkju týsdagin fyri øll barnagarðsbørnini í oynni. Tað má vera lættari, tá ið tað er fyri børnum, og tá nýtti eg nakað av myndum, fyri at fáa boðskapin fram. Nøkur av børnunum gingu luciagongd, og nøkur sungu eisini sálmarnar Eitt barn er føtt í Betlehem og Eitt fjós og ein krubba. Tað var hugnaligt. Í gjárkvøldið var jólakonsert, og í dag verður jólagudstænasta fyri øllum skúlabørnunum í oynni. Tað er eisini hugnaligt at vera saman við teimum, sigur Havstein Klein.

Trý ellisheim og eldrasambýli eru í Sandoynni, og á øllum teimum hevur prestur jólagudstænastu. Tey eru Skerið í Skopun, Áargarður á Sandi og Gerðisgarður í Skálavík.

– Eg havi longu verið og havt jólagudstænastu á teimum trimum heimunum. Tað er eisini gott at koma út til teirra, sigur Havstein Klein.

Umframt allar gudstænasturnar og aðrar uppgávur, kann prestur eisini fáa aðrar óvæntaðar uppgávur.

– Viðhvørt kemur onkur jarðarferð inn í millum. Vit vita ongantíð frammanundan, nær hon kann koma. Men tað er eisini gott at kunna geva troyst í eini truplari tíð, sigur sandsprestur.


Tónleikaáhugaður

Eitt av áhugamálum hjá sandspresti er sangur, og hann er við í tveimum kórum. Tað eina er Sandoyar ungdómskór, sum hevur sungið í nøkur ár, og hitt er eitt nýtt kór hjá Súsannu Brattaberg.

– Eg kundi hugsað mær at fingið nýggja kórið at sungið á jólum, men kórið má nokk búnast meira, so fólk mugu bíða eitt sindur enn, áðrenn tey sleppa at hoyra kórið framføra, sigur Havstein Klein.

Sandsprestur spælir bæði klaver og urgu, eins og nakrir aðrir prestar í landinum, og tað kann eisini vera hent til ymsar kirkjuligar handligar.

– Tað eru urguleikarar í øllum kirkjunum í oynni, men um tað berst onkrum frá, og tað ikki eydnast at fáa onkran annan, so havi eg onkuntíð spælt. Tá ið tað er gudstænasta á einum av ellisheimunum ella eldrasambýlunum, havi eg eisini ofta spælt undir til sangin.

Familjuhugni

Havstein Klein og familjan, sum telur konuna og fýra børn, hava vant seg við siðvenjurnar á Sandoynni viðvíkjandi jólum. Fimm ár eru síðani, hann gjørdist prestur á Sandi, og familjan býr í søguríka prestagarðinum í Todnesi á Sandi.

Sjálvt um prestur hevur nógv at gera á jólum, so er eisini høvi at halda jól sum familja.

– Familjan kemur við til fyrru gudstænastuna, eg havi jólaaftan. Tá ið eg komi heim frá seinnu gudstænastuni, er maturin á borðinum. Vit eru von at eta dunnu jólaaftan. Aftaná lesa vit jólaevangeliið og biðja eina bøn. Síðani fáa øll sínar gávur. Aftaná eta vit ríalamande. Eg hyggi ofta eftir messuni í katólsku kirkjuni á midnátt, sigur Todnesprestur.
Kona prestin, Beinta Tummasardóttir Klein, hevur eitt arbeiði, har hon av og á má arbeiða á jólum.

– Konan er sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir innan eldraøkið á Sandoynni. Tey einu jólini var hon til arbeiðis jólaaftan á ellisheiminum á Sandi. Tað árið hildu vit øll familjan jólaaftan saman við teimum eldru á ellisheiminum. Vit lósu jólaevangeliið, sungu og hugnaðu okkum saman. Tað var eitt gott kvøld, sigur Havstein Klein.

Kvirrudagar í januar

Prestur hevur eisini fleiri uppgávur eftir jól og á nýggjárinum.

– Tað eru fleiri gudstænastur, jólahald og onnur tiltøk. Soleiðis er tað á hvørjum ári. Tá ið vit koma nakað út í januar mánað er tað friðarligari. Soleiðis er hjá øllum prestunum. Í januar fara prestarnir til kvirrudagar á Viðareiði, og tað er gott eisini at kunna vera saman í tøgn, sigur Todnesprestur.