- Ein einstøk skógvaeskja broytir neyvan heimin, men hon kann kortini gera stóran mun.
Soleiðis verður tikið til, nú hesar serstøku skógvaeskjurnar við jólagávum verða savnaðar inn.
Hetta tiltakið hevur vart í fleiri ár, og hava føroysk børn og húsarhald verið ófør at lata inn slíkar gávur.
Í fjør komu sostatt slakar 2800 skógvaeskjur inn og nú er spurningurin, hvussu nógvar tær verða hesaferð.
Tær kunnu latast inn millum annað til sunnudagsskúlan í Lívdini og í Meinigheitshúsinum í Havn í seinasta lagi sunnudagin. Júst hetta tiltakið er evnið á familjumøtinum í samkomuni Lívdini sunnumorgunin.
Í gávunum kunnu verða leikur, skúlaútgerð og ymiskt til heilsurøkt og sjálvandi góðgæti. Tað kostar 30 kr. at senda hvørja eskjuna avstað.
Ger mun
Hetta er kortini ikki eitt føroyskt tiltak sum so, men eitt sum fevnir um børn kring allan heimin.
Øll hesi børnini hava hesi seinastu 17 árini latið eitt sera stórt tal av skógvaeskjum inn.
Eskjurnar eru síðani sendar til teirra, sum líða neyð og sum helst ikki fingu aðra jólagáva enn hesa.
Íalt eru savnaðar einar 50 milliónir skógvaeskjur inn, síðani tiltakið byrjaði í 1990. Hetta er óivað besta jólagávan og kanska tann einasta gávan, sum tey fáa.
- Tað er eingin ivi um, at hjá hesum børnunum hevur ein slík gáva veruliga gjørt mun, verður sagt.
2800 í fjør
Tað er felagsskapurin Christmas Child, ið stendur fyri tiltakinum, og í Føroyum eru tað fólk úr sunnudagsskúlanum í samkomuni Lívdini í Hoyvík sum skipa arbeiðið her.
Hvørt ár verða umleið 7 mió eskjur latnar til børn í 95 londum. Tað eru sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA, Kanada, Australia, Bretlandi, Hollandi og Føroyum sum savna hesar inn.
Hetta verður alt gjørt í samstarvi við kirkjur, samkomur og vælgerandi felagsskapir á staðnum.
Í Føroyum vórðu 1760 skógvaeskjur savnaðar inn í 2004 og í fjør 2794.
Allar hesar túsundtals eskjurnar verða sendar til lond sum Armenia, Hvítarussland, Bosnia, Liberia, Mosambique, Serbia, Swaziland og Ukraine.
Boð um kærleika
At fólk og felagsskapir eru farnir undir hetta endamálið hevur sjálvandi sína orsøk.
Christmas Child hevur til endamáls at geva børnum úti í heimi eina vón, við at geva teimum eina skógvaeskju fulla av gávum.
- Á henda hátt ynskja vit at siga teimum tey góðu boðini um Guds kærleika, verður sagt.
Tiltakið gevur øllum fólki í øllum aldri ein møguleika at vera við í trúboðanararbeiði, har dentur verður lagdur á ta størstu gávuna, tá Gud sendi son sín til jarðar.
Tað er Franklin Graham, sum er sonur navnframa prædikumannin, Billy Graham sum stjórnar vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, sum skipar tiltakið Christmas Child.
Jólagleði kring allan heimin
Tey, sum fáa hesar skógvaeskjurnar eru sum vera man fegin um tær.
Tey hava skrivað aftur og takkað fyri jólagávurnar. Her verða givin nøkur brot um tað:
Gleðin kemur til sigoynaraleguna Belgrade við eini dukku
Tanja, sum er 10 ár, var ovurfegin, tá hon fann eina dukku í síni skógvaeskju. Tanja býr í eini sera
fátækari sigoynaralegu saman við foreldrum og 6 systkjum. Tey hava streym, men ikki vatn lagt
inn í húsini. Skógvaeskjan var tann einasta gáva, Tanja fekk til jóla í fjør. Tanja fekk eisini
smúkkur og litblýantar, og tað var hon glað fyri.
Nú kann eg fara í skúla!
Av tí at seks ára gamli Mehi hevur fingið eina skógvaeskju, kann hann nú byrja í skúlanum. Hann
býr í bygdini Sigheto Marmatiec har norðuri í Rumenia, har sigoynarabørn ikki sleppa í skúla, fyrr
enn tey eiga síni egnu skriviamboð. “Multumesc!” – “Takk fyri!” – rópti Mehi, meðan hann lýsti av
gleði fyri teir nýggju pennarnar, blýantarnar og skriviblokkin. “Eg havi fingið ta bestu eskjuna í
bygdini!” Mamma hansara fekk sær eina ella tvær av teimum stóru pappeskjunum, sum
skógvaeskjurnar høvdu verið í. Tær skuldu nýtast til gólvteppi í tí lítla húsinum hjá familjuni, har
16 onnur fólk eisini búgva.
Jólagleði í Rumenia
Drongurin David býr saman við pápa sínum Ion í bygdini Fanate í Rumenia. Heim teirra hevur
eittans rúm, og teir kunnu bert brenna við í einum ovni fyri at halda hitanum gjøgnum tann harða
rumenska veturin. Jarðarbrúkið í bygdini stongdi fyri fleiri árum síðani, so onki arbeiði er at fáa.
Kona Ion og hini børnini eru sjúk og liggja á sjúkrahúsi. David var púra ovfarin av leikunum og
góðgætinum í skógvaeskjuni, hann fekk. Hetta var tann fyrsta jólagávan, hann hevði fingið í
lívinum. Ion skræddi varisliga jólapappírið av skógvaeskjuni og hongdi tað upp sum tapet á teir
døpru múrsteinsveggirnar í rúminum. “Hetta er tann besti dagurin, sonur mín nakrantíð hevur havt”,
segði hann.