Skógvarnir súgva nullimennirnar upp

Hvítvørufyritøkan Electrolux var fyrst við tí automatiska dustsúgvaranum Trilobite, og nú kanna tey marknaðin fyri skógvar, ið dustsúgva, meðan tú gongur í teimum.
Hvørja ferð tú gongur eitt fet, verður dustið sogið upp í súluna við hjálp av vakuum.

Tá súlan er full, er bara at tøma hana. Tankin er at strongd karrierufólk, ið ikki hava tíð at rudda, skulu bruka hesar skógvar.
Tað eru tveir næmingar frá einum sponskum formskúla, ið eru komnir við hugskotinum. Electrolux hevur í løtuni ikki nakrar ítøkiligar ætlanir at fara undir at framleiða skógvarnar, men vil fyrst og fremst geva fólki íblástur til nýggjar loysnir innan húsarhaldið.