Tað eru ikki bara skip, sum eru í turrdokkini hjá MEST á Skála í hesum døgum. Umframt ein stóran grønlendskan trolara, liggja tvær stórar kistur í dokkini, sum skulu brúkast í útbyggingini av havnini í Havn í dokkunum.
Tað er J&K Petersen, sum stoypir kisturnar báðar. Tær skulu standa við endan á grótkastinum, sum júst nú verður lagt út.
Kisturnar viga ávikavist 1.300 og 1.200 tons, tá tær eru lidnar. Tær eru 18 metrar í diametur, onnur er 18 metrar høg og hin 14,5 metrar høg.
Kisturnar eru gjørdar soleiðis, at tær flóta til tær koma á staðið, har tær skulu setast niður. So verða tær fyltar við gróti og sjógvi so at tær søkka til botns.
- Tað er sjálvandi avgerandi, at tær flóta, tá ið tær eru liðugt stoyptar og vit skulu hava tær út úr turrdokkini, sigur Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K Petersen. Tað skal eitt stórt útrokningararbeiði til, so at alt gongur eftir ætlan, bæði við stødd, vekt og fyllu.
Ein krani er settur upp, so betong kann fyllast í kisturnar. Nógv jarnbinding fer fram niðri í dokkini, men alt skal passa saman, so vektfyllan heldur og kisturnar flóta, tá sjógvur aftur verður latin í dokkina.
Les meiri um kisturnar og arbeiðið hjá J&K Petersen við havnarútbyggingini í Havn, sum er størsti sáttmálin hjá felagnum nakrantíð, í Sosialinum, sum bleiv borin í hvørt heim í dag.