##med2##
Veteranurin, Pætur Dam Jacobsen kom inn fyri Skála tá liðið var aftanfyri 0-3 móti NSÍ á heimavølli. Tá var lítið meir enn ein hálvur tími spældur av dystinum, og fáar minuttir seinni var støðan 0-4, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Pætur Dam Jacobsen staðfestir eitt greitt tap, og hann væntar, at botnliðini fara at vera út fyri nógvum stórtapum í hesum kappingaárinum tá tey møta toppliðunum.
Á plusssíðuni er Pætur fegin um, at skaðin ikki gjørdist størri hjá Skála. At liðið helt málið reint í seinna hálvleiki gevur eisini eina frægari kenslu.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Dam Jacobsen.
HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum hjá NSÍ. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Petur Knudsen.