##med2##
Á Skála fegnast tey um góða endaspurtin í Betrideildini, ið førdi Skála upp á 37 stig, og eitt trygt sætta pláss. Hetta staðfestir formaðurin í Skála, Rógvi Reinert Djurhuus.
Á minussíðuni var tó, at næstbesta liðið datt úr 1. deild aftaná heili 13 javnleikir.
Felagsliðið í bestu kvinnudeildini, EB/Streymur/Skála hevur havt nógv at fegnast um tvey tey farnu undanfarnu kappingarárini við FM-gulli og steypasigrum. Tað byrjaði stak illa hjá EB/Streymi/Skála í júst undanfarna kappingarárið, men Rógvi Reinert Djurhuus fegnast um, at gongdin gjørdist munandi betri móti kappingarenda.
Rógvi fegnast um góða arbeiði Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari seinastu árini hevur gjørt, og Rógvi slær fast, at nú Eyðun Klakstein fer at søkja sær aðrar avbjóðingar, at komandi venjaraloysnin hjá Skála verður eisini ein føroysk loysn.
Skála fer at halda seg til fíggjarliga veruleikan felagið livir í, og talan verur ikki um nakrar høgar spælaralønir ella samsýningar framyvir.