Skúla FM 2003 í frælsum ítrótti

Frælsur Ítróttur Føroya skipar leygardagin 17. mei fyri stórari kapping í frælsum ítrótti fyri skúlabørn á Svangaskarði

Skúla-FM

Kappingin, ið er nevnd Skúla FM 2003, er skipað sum ein einstaklingakapping í ymsum greinum inna frælsan ítrótt. Allir skúlar í Føroyum kunnu senda eina gentu og ein drong í hvørjum floksstigi til hvørja grein í kappingini.
Fyrireikararnir hava valt út ymsar greinir innan frælsan ítrótt. Tveir teinir eru, ið skulu rennast umframt longdarlop og kúlustoyt. Greinirnar verða hesar:

Gentur & Dreingir1. Flokkur60 m600 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir2. Flokkur60 m600 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir3. Flokkur60 m600 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir4. Flokkur60 m600 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir5. Flokkur80 m800 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir6. Flokkur80 m800 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir7. Flokkur100 m800 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir8. Flokkur100 m800 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir9. Flokkur100 m800 mlongdarlopKúlustoyt
Gentur & Dreingir10. Flokkur100 m800 mlongdarlopKúlustoyt

Skúlarnir mugu sjálvir standa fyri úttøkuni av teirra umboðum. Frælsur Ítróttur Føroya vónar, at møguleikin fyri at luttaka í Skúla FM fer at økja um áhugan fyri at gera frælsa ítrótt í fimleikatímunum, bæði millum næmingar og lærarar.
Skúla FM 2003 er partur av menningarætlanini hjá Frælsum Ítrótti Føroyum. Endamálið við kappingini er at vekja áhuga fyri frælsari ítrótt umframt at geva føroyskum skúlabørnum høvi at kappast móti hvørjum øðrum.
Um tað ikki ber til hjá lærarunum sjálvum at møta við børnunum úr teirra skúla á Svangaskarði 17. mei, ber eisini til at lata foreldur verða leiðarar í samband við kappingina. Samstundis vóna fyrireikararnir, at foreldur, vinir og floksfelagar hjá luttakarunum fara at seta sín dám á tiltakið við at stuðla teirra floksfeløgum kappingardagin.
Innbjóðingar eru sendar út til allar fólkaskúlar í landinum, og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Freistin hjá skúlunum at boða frá luttøku er fríggjadagin 2. mei. Tiltakið verður eftir ætlan afturvendandi á hvørjum ári.