Skála hevur funnið seg sjálvt

Skaðarnir eru farnir at fækkast, og hesa ferð eydnaðist tað skálamonnum at fáa úrtøku burtur úr yvirvágini, sum teir høvdu móti eitt sindur slitnu meistarunum

Fótbóltur

Tað hava verið góðar ábendingar um tað síðsta mánaðin. Í Klaksvík kiksaði tað heilt hjá teimum, men á heimavølli móti B36 funnu skálamenn seg sjálvar aftur. Tá verður hugsað um stríðsvilja og partvís um leikliga avrikið.
Skála vann 1-0. Einsamalla málið fingu teir, tá ið tað restaði eitt korter. B36 verjuparturin var so sum so, og tað neit dygt, tá ið B36 fleiri ferðir misti í uppspælinum ella rættari, tá ið grammu heimamenninir í nærdystum vunnu bóltin av mótstøðumonnunum og síðani við ferð yvirspældu mótstøðuverjuna.
Uppspælið til einsamalla málið kom eftir sovorna støðu. Innskifti Bogi Gregersen hevði á rangstøðumarkinum nógva ferð, tá ið bólturin varð spældur inn um. Grammi Skála spælarin var beinanvegin 3-5 metrar innanfyri verjuna, hann spældi upp á tvørs til Jónhard Frederiksberg, sum varð feldur, tá ið hann akkurát var komin í brotsteigin og skuldi royna móti málinum.
Liðformaðurin og miðvallar stríðsmaðurin Pauli G. Hansen tók uppgávuna á seg at skjóta brotsspark, og hóast Jákup Mikkelsen hevði hondina á bóltinum, so fór hann inn um strikuna. Hetta vísti seg at vera nóg mikið hjá Skála at fáa øll stigini og harvið at lyfta seg fitt úr botninum og hóttanini um niðurflyting, sum teir støðugt hava havt yvir sær higartil í hesum kappingarárinum.

Í gamla lagnum
At Skála hevur havt so ilt við at skava stig saman hevur fyri stóran part komist av, at teir so at siga ongantíð hava havt allar lyklaspælararnar frá í fjør á liðnum í senn.
Nú sæst glotti hesum viðvíkjandi, og tað sást beinanvegin aftur á avrikinum. Serliga stóran týdning hevur tað, at Alexandur Johansen eftir langt skaðaskeið nú er við at koma fyri seg aftur. Fyri álopsspælið er hann framúr týdningarmikil. Hann er kaldur, dugir væl at sneiða seg leysan og fótskiftið og eygað fyri nær bólturin skal sleppast víðari og hvønn veg og við hvørjari ferð tað skal gerast ber við sær, at viðspælararnir fáa meiri pláss og gerast væl vandamiklari. Hetta er ikki minst galdandi fyri Jónhard Frederiksberg, sum aftur hesa ferð var einsamallur á toppinum, har hann arbeiddi nógv.
Pauli G. Hansen, sum aftur hesa ferð var bindiliðið, og Bárður Danielsen arbeiddu nógv á sentrala verjukenda miðvøllinum, Levi Hanssen og Debus Danielsen tykjast hava alt størri sjálvsálit, og í verjupartinum høvdu Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic og Jóhan Troest Davidsen, sum gerst alt betri og betri, ikki stórvegis trupulleikar at halda mótstøðumonnunum burtur frá málinum, har Vlada Filipovic ikki meiri enn tvær ella tríggjar ferðir nýttist at vísa, at tað er stórur dugur í honum.

Troyttir meistarar
B36 er mitt í søguliga flottum altjóða avriki. Eftir øllum at døma var mótstøðan hjá teimum á Malta lakari, enn hon var hjá Skála hóskvøldið. Men B36 tyktist vera meiri slitið og at hava størri tørv á summarfrí og hvíld, enn teir á Skála høvdu tað.
Meistaraliðið hevði ilt við at fáa spælið at hanga saman, og tað kom næstan ikki fyri, at B36 spældi seg til málmøguleikar. Tyngdin og hugflogið í álopspartinum vóru ikki nóg stór, og verjuparturin var ikki sannførandi.
Mikkjal Thomassen var leikbannaður, og tað vísti seg at kosta heilt nógv. Javnvágin var ikki nóg góð, og tað spurdust ofta vandamiklar støður burturúr, tá ið B36 á veg í álop misti bóltin, og Skála kundi fara í skjót mótálop.
Í 2. hálvleiki varð Hanus Thorleifsson settur á sentrala miðvøllin, og síðstu løtuna var Santos í álopinum. Hetta bar einstakar spentar støður í Skála brotsteiginum við sær. Men tað kostaði eisini í hinum endanum, har Skála hevði risa møguleika at økja um leiðsluna, tá ið Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen gjørdust einsamallir frammanfyri Jákupi Mikkelsen. Jónhard tøvdi eitt sindur, tá ið B36 málverjin kom út ímóti. So varð skálamaðurin taklaður av verjuspælara, og einki spurdist burturúr. Men tað var at liva við á Skála, har teir vóru so fegnir um sigurin, at teir stillaðu upp til liðmynd, og tað næstan sá út sum um, at teir høvdu vunnið FM.