Skála hevur ikki tapt á Toftum

Botnliðið saknar tríggjar spælarar, sum eru leikbannaðir, og hjá B68 er ein av lyklaspælarunum burtur, nú teir skulu royna at lyfta seg nærri toppinum

Skála hevur ongantíð tapt á Svangaskarði. Men so skal beinanvegin leggjast afturat, at teir hava bara eina ferð spælt landskappingardyst í bestu deildini á Toftum. Tað var í síðsta umfarinum í fjør, og ta uppgerðina minnast tey væl ? bæði á Skála og á Toftum. Skálamenn spældu fyri lívinum í bestu deildini, og tað eydnaðist teimum at vinna 3?2, og harvið lyftu teir seg upp á áttanda plássið og komu harvið undan øllum hóttanum um niðurflyting.
Nú tað verður farið undir seinna partin av hesum kappingarárinum er setningurin á Skála nett tann sami, sum hann var í fjør. Undan summarsteðginum vunnu skálamenn á heimavølli ímóti FS Vágum, men teir eru aftastir, og tað er ikki frítt, at deymurin av niðurflyting kennist.
Tríggir spælarar eru leikbannaðir á Skála, og tað er ivasamt, um Jónhard Frederiksberg verður førur fyri at spæla. Hann plágast av lærskaða. Hann hevur verið á vøllinum nakrar ferðir síðani summarsteðgin, men hann hevur ikki verið førur fyri at venja saman við hinum. Leikbannaðu spælararnir eru Arnhold Berg, Agnar Højgaard og Julian Floresco.

Fróði burtur
Um úrslitini í hinum dystunum laga seg væl fyri B68, so hava teir ? um teir fáa fult ímóti Skála ? møguleika at lyfta seg væl nærri toppinum, enn fjórða plássið, sum teir nú eru á. Hetta er annars fjórða árið á rað, at B68 er á fjórða plássinum í summarsteðginum.
Einasti spælarin hjá B68, sum ikki hevur møguleika at vera við hesa ferð, er Fróði Benjaminsen. ímóti EB/Streymi fekk hann gult kort, og harvið er hann leikbannaður ímóti Skála.
Tá ið B68 var á Skála í øðrum umfari, vunnu teir 1?0 við brotssparksmáli, sum Dánial Hansen skoraði, eftir at Fróði Benjaminsen var feldur.