Skála nærri teimum bestu enn nakrantíð áður

Fótbólturin tykist hava loysr kappróðurin av, men vegurin í 1. deild, sum bara er tveir dystir burtur, tykist framvegis at vera sera trongur

 

Uppflytan


Líkindini vóru fín, og tað var nógv fólk kring vøllin á Skála leygardagin. Í staðin fyri heystjavndøgur illveðrið, sum ofta plagar at leika í hetta vikuskiftið, so var av fagrasta veðri. Eingir trupulleikar vóru av regni og vindi. Men ongantíð er alt í lagi. Hesa ferð vóru tað mýggjabitarnir, sum plágaðu, men tað tóktist ikki bila ? hvørki inni á vøllinum ella uttanfyri.

Skála eigur sín stolta lut í føroysku ítróttarsøguni. Í kvinnufótbóltinum glógvaði tað rættuliga, tá tær í 1990 og í 1992 vunnu FM (tað seinnu árið vunnu tær eisini steypakappingina). Men á mannfólkasíðuni er tað ikki í fótbóltinum, at teir á Skála um sumrarnar hava gjørt um seg. Heldur hevur tað verið í kappróðrinum, har Skálabáturin og Svanur í farnum árum hava verið óførir. Í summar sást einki til Svanin, og avrikini hjá Skálabátinum í summar verður ikki tosað so nógv um. Men tá prátið kemur inn á 2. deildarliðið hjá Skála, tykist áhugin vera stórur. Fótbólturin tykist av álvara hava loyst kappróðurin av sum summarítróttin á Skála.

Leygardagin vóru áskoðararnir komnir at síggja teirra lið vinna, og tað var týðuligt, at tey vónaðu, at sigurin skuldi bera uppflyting til bestu deildina við sær. Í tí loynda mundi vera so mikið fyrireikað, at tey vóru klár at lofta støðuni, um tað nú skuldi fallið soleiðis, at heimasigurin fór at bera atgongumerkini til bestu deildina við sær.

Størsta áhugan í 2. hálvleiki høvdu útvarpslurtini kring vøllin. Tað var væl skiljandi, at fleiri illneitaðust, tí tey hildu tað vera varpað ov nógv út í Runavík og á Skála. Hvussu alt skuldi laga seg var treytað av gongdini og úrslitinum suðuri á Krossinum.

Meðan áskoðararnir koyrdu á sínar, harmaðust teir um, at tað dygst undan hvíldini eydnaðist tvørámonnum at leggja seg á odda í Sumba. Spilti møguleikin ímóti sumbingum á Skála tvær vikur frammanundan var uppi og vendi, og eingin ivaðist í, at sjálvt um sumbingar høvdu verið so óhepnir at gera sjálvmál, so løgdu teir alt tað fyri ímóti TB, sum teir orkaðu.

Á síðulinjuni dýktu hóvligu Jústinus Justinussen og Asbjørn Mikkelsen undir sínar menn. Teir duga so mikið væl at fara við fólkinum, at tað fer at hava stóran týdning í uppflytingardystunum.


Liðið

Inni á vøllinum var Leivur Justinussen í málinum. Sum í rættuliga avgerandi dystinum í Fuglafirði næstsíðsta leygardag, vísti hann aftur hesa ferð, at hegnið og stílurin eru, sum tey eiga at vera. Liðformaðurin, Pauli Poulsen, er aftastur, og evnini at lesa spælið og styrkin í nærdystunum eru góð. Frammanfyri var Bent Djurhuus, og í borðunum vóru Janus Trúgvason í høgru og Kaysten Rasmussen í vinstru. Bara tjúgu mál eru farin ígjøgnum. Tað eru níggju færri enn hjá ÍF, sum tað er skorað næstminst ímóti. Tað boðar frá, at teir á Skála hava verið óførir at hildið tætt.

Á miðvøllinum vóru fýra spælarar. Marius Joensen (hann var komin av flatlondum at hjálpa til) í høgru og Sveinur Justinussen í vinstru vóru skjótir út í borðini, tá heimaliðið fór í álop, og á sentrala miðvøllinum royndu Tummas Olsen og Pauli Hansen at stýra og tetta, meðan Bogi Gregersen og Alexander Johansen hesa ferð vóru málsóknir á toppinum. 6?1 sigurin ímóti KÍ pyntði væl um, men annars hevur tað verið eitt sindur striltið við málskjótingini. Tað endaði við, at Skála í alt hevur skorað 35 mál. Tað eru væl færri, enn bæði ÍF og serliga TB skoraðu, og bæði B36 og Sumba megnaðu í átjan landskappingardystum at skora fleiri mál enn Skála.

Umframt teir fyrstu ellivu komu tríggir aðrir á vøllin leygardagin: Jørmund Joensen, Ólavur Olsen og Jóhannes Mikkelsen. Eykamálverji var Annfinn Djurhuus. Arnold Berg Danielsen var eisini á beinkinum. Ronnie Hansen, sum áður hevur spælt við GÍ, var leikbannaður, og Arnold Berg, sum áður hevur verið á U?16 landsliðnum, var skaddur.


Møguleikin er har

Hóast stórsigurin og silvurkrónurnar, sum Dánjal Andreasen handaði, so var sigursrómin ikki tann, sum teir frammanundan høvdu droymt um. Síðstu minuttirnar fór okkurt av fýrverkinum í orðsins rætta týdningi upp í royk. Tá sumbingar sendu í TB stólpan, mundu hugsanirnar verða sendar til rakettirnar og sjampanjufløskurnar, sum lógu fjaldar í taskunum. Men tær komu ikki fram í ljósið. Felagið hevði opið hús leygarkvøldið. Suppan, kaffi og smákøkurnar vóru á skránni, og tað var hugnaligt. Men aftur og aftur varð vent aftur til fullkomuliga óneyðugu tapini ? ikki minst tá Skála tapti 1?0 í Gøtu!

Um kappingarárið skal enda við fyrstu uppflytingini nakrantíð til 1. deild, verður avgjørt aftaná mikkjalsmessu, tá lagnan hjá sjampanjuni og fýrverkinum eisini verður seglað.

Besta deildin er tveir dystir burtur, men sandoyingar ella vágamenn fara at gera alt fyri at dyrnar til dreymalandið skulu vera stongdar fyri skálamonnum. Dánjal Andreasen ynskti tillukku, og um eydnan verður við skálamonnum, so verður komandi ár helmingurin av liðunum í bestu deildini úr Eysturoy.