Skúla og sparkivøll í Hósvík

Boðið varð til almenna samkomu í nýbygninginum hjá Hósvíkar Skúla sunnudagin, har skúlin almennt varð vígdur og tikin í nýtslu. Samstundis var nýggjur sparkivøllur tikin í brúk

Nýggjar námsfrøðiligar avbjóðingar koma árliga og setir hetta alsamt størri krøv til fólkaskúlan. Sunda Kommuna ger tí stórar íløgur í framtíðina, soleiðs at næmingar og fólk í økinum fáa so góðar karmar sum gjørligt til at leita sær lærdóm í.

Leingi hevur verið arbeitt við at byggja nýggjan bygning til Hósvíkar Skúla, umframt at umvæla tann gamla skúlabygningin, ið varð tikin í brúk í desember 1968, tá hann loysti gamla bygdaskúlan frá 1897 av.

Sunnudagin upprann so tann stóri dagurin, tá hósvíkingar aftur fingu »nýggjan« skúla, júst 40 ár eftir at verandi skúli varð tikin í nýtslu. Tó verður sami bygningurin enn nýttur, men er umvældur og næstan sum nýggjur.

Sunda Kommuna hevur eisini gjørt ein sparkivøll í Hósvík, og hóast hann hevur staðið liðugur rættiliga leingi, hevur einki hátíðarhald verið. Sparkivøllurin, ið er av teimum, ið verða stuðlaðir av FSF, er ein liður í eini heildarætlan fyri økið mitt í bygdini. Hann var eisini alment tikin í nýtslu sunnudagin.


Myndar felagslívið í bygdini

Hósvíkar Skúli myndar nú, saman við sparkivøllinum, dagstovninum við Stórheyggj og bygdarhúsinum í Hósvík, felagslívið í bygdini, ið er savnað saman í eitt felags øki mitt í bygdini.

Nógv av bygdarfólkunum vóru savnaði til hetta hugnaliga hátíðarhaldið, ið eisini varð ríkað við sangi frá barnakórinum í Hósvík saman við foreldrum, undir leiðslu av Annette Davidsen og við undirspæli frá Árna av Reyni, ið eisini er lærari í skúlanum.

Gjáargarður borðreiddi við leskiligum ábiti, og fleiri røður vórðu hildnar, áðrenn Jógvan Fríðriksson vígdi skúlan.

Í Hósvíkar Skúla ganga í dag 42 børn, og har starvast seks lærarar. Í skúlanum eru nú samanlagt seks stovur, tríggjar skúlastovur í nýggja bygningunum og tríggjar serstovur í gamla bygninginum, umframt stóru miðhøllina í nýggja bygninginum, ið eisini er vælegnað til undirvísing.

Tað er teknistovan A3 á Norðskála við Hans Dávid Dam, ið hevur projektera alla verkætlanina og økið kring skúlan, og tað er Arbor við Finn Christensen úr Hósvík, ið saman við undirveitarum hevur staðið fyri øllum arbeiðinum. Samlaði kostnaðurin fyri skúlan er umleið 10 milliónir krónur.