2. deild
Skála hevur í nógvar mátar verið liðið, sum hevur tikið fólk á bóli í aðru deild hetta kappingarárið. Frá fyrsta umfari av hevur liðið verið partur av oddastríðnum, og tí var lítið at ivast í, at teir fóru at ogna sær trý stig, tá Sumba kom á vitjan leygardagin.
Skutu málini
Sumbingar ásannðu eisini, at Skála var favorittur, og teir løgdu tí út við eini sera varnari spæliætlan, har teir fyrst og fremst royndu at binda fyri í verjupartinum, fyri síðani at seta kvik mótálop ígongd, tá møguleiki var fyri hesum.
Hetta vísti seg eisini at vera ein skilagóð ætlan, tí hóast Skála hevði yvirvág ? og reiðiliga tað - í spælinum og møguleikum á vøllinum, so vóru tað sumbingar, sum fingu flestu málini.
Hitt fyrsta kom eftir hornasparksstøðu í vinstru. Eftir at bólturin hevði ferðast nakað, sendi Sasja Tomajek eitt skrúvandi innlegg til handaru stong, og hóast lítil vandi tóktist vera á ferð, so endaði alt við, at Rene Thomsen úr sera spískum stútaði í málið.
Skála hevði fram til tá havt fleiri góðar møguleikar, og tí var hetta sum vátur vøttur at fáa hjá teimum. Skelkurin mundi heldur ikki gerast minni, tá tað nakað seinni enn eina ferð eydnaðist sumbingum at fáa fulla nyttu úr einum hornasparki.
Sasja sendi innfyri, og tá málverjin hjá Skála dystaðist við Eirik um bóltin, endaði alt við, at bólturin stakk niður á lærið hjá Mortani í Hørg, hiðani hann støkk í málið.
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og eftir enn ein deyðbólt kundu sumbingar økja um leiðsluna. Aftur var tað Sasja, sum sendi innfyri, og meðan Skála-málverjin stóð onku staðni í ongamannalandi, stútaði Eirikur Joensen bóltin í einum bleytum boga, so hann legði seg til rættis í málinum.
Á heimaliðnum vistu teir nú, at dysturin var taptur, og teir mundu eisini vera greiðir um, at teir einamest áttu sær sjálvum at takka fyri hesum. Møguleikar í hópatali vóru longu misnýttir, og tí munaði tað lítið, at Tummas Olsen móti endanum minkaði við einum framúr langskotið. Dysturin var taptur, og hetta fekk so avleiðingar fyri oddasssin í deildini, og sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, fekk tað eisini avleiðingar í aðrar mátar
Skála-Sumba 1-3 (0-2)
0-1: Rene Thomsen
0-2: Mortan í Hørg
0-3: Eirikur Joensen
1-3: Tummas Olsen