2. deild
Skálamenn gjørdu sítt. Teir vunnu 6?1 á KÍ í tí, sum sambært kappingarskipanini var síðsta umfarið í næstbestu deildini.
Men bæði skálamenn og klaksvíkingar vistu, tá teir fóru undir brúsuna, at búnarnir skulu brúkast í hvussu so er tvær ferðir afturat. Tað er møguleiki fyri, at bæði feløgini halda fram í 2. deild, men tað er eisini møguleiki fyri, at Skála verður í 1. deild, og at KÍ verður í 3. deild, har skálamenn vóru í fjør. Tá endaspælið um uppflyting og niðurflyting verður liðugt um tvær ella tríggjar vikur, verður greitt, hvussu tað verður við hesum.
KÍ skal spæla tveir dystin ímóti Royn, sum endaði næstfremst í 3. deild. Enn er ógreitt, hvørjum Skála skal spæla ímóti.
Lítil munur
Heimaliðið var betri fyri, enn gestirnir úr Klaksvík vóru. Men tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at tað gjørdist alt meiri týðuligt, at venjingarstøðan hjá ungu monnunum var væl betur, enn hon var hjá KÍ, har teir flestu áður hava verið væl trimmaðir í bestu deildini.
Skála kom á odda, tá eitt korter var farið. Alexander Johansen fekk fulla úrtøku úr ellivu metrum. Støðan, sum dómarin metti til brotsspark, hevði einki sum helst við brotsspark at gera. Bæði áskoðararnir og spælararnir á heimaliðnum tóktust skakkir, tá bríkslað varð fyri brotssparki. Álopsmaðurin hevði sneitt framvið einum av verjuspælarunum, tá hann rendi seg í krovið á einum kropssterkum verjuspælara, sum í sovornari støðu sjálvandi ikki við vilja fór at flyta seg.
Gestirnir vórðu eitt sindur royttir, og kanska var hetta orsøkin, at tað ikki var frítt, at teir spruttaðu síðsta hálva tíman av fyrra umfarinum. John Ryan hevur verið betri fyri, enn hann er nú, men evnini at spæla bólt eru framvegis góð, og tá Finn Baldvinsson, Eyðun Klakstein, Erling Fles og Leon Bjartalíð allir vóru við upp á tað, og Torleif Eyðun Petersen, Poul Juul Vilhelmsen og Sámal Eyðfinn Akursmørk hesa løtuna høvdu hampuligt tak á frammanfyri veteranin John William Joensen, so var munurin í spælbýti ikki so stórur, at tað sást, at annað liðið kanska er á veg í 1. og hitt í 3. deild.
Stórur munur
Skála økti beinanvegin eftir steðgin. Dómarin helt, at KÍ málverjin hevði hildið bóltinum uttanfyri brotsteigarmarkið, tá hann skuldi spæla frá sær. Tað vóru málverjin og klaksvíkingarnir ikki samdir við svartklædda manninum í. Skálamenninir vóru púra kaldir, og Bogi Gregersen sendi flatt ígjøgnum manngarðin og í netið.
So var tað, at munurin í orkuni gjørdist alt meiri sjónskur. KÍ spælararnir gjørdu nógv mistøk, og í sovornari støðu fór Alexander Johansen ígjøgnum í vinstru, legði flatt innfyri til Boga Gregersen, sum var púra leysur.
3?0 og alt var avgjørt. Tí var tað púra óskiljandi, at ein av ungu klaksvíkingunumm skuldi hevna seg, so tað var neyðugt hjá dómaranum at fara í lumman eftir skorpuni.
Stutt eftir økti Kaysten Rasmussen eftir uppspæl í vinstru til 4?0. Spurningurin var so, hvussu nógv yvirmannaða heimaliðið skuldi vinna. Teir høvdu eina røð av møguleikum, m. a. tá rangstøðufellan hjá KÍ miseydnaðist. Men KÍ skoraði eitt mál, áðrenn Skála fekk tvey tey seinastu. Olgar Danielsen varð skrásettur fyri málið eftir horna úr høgru. KÍ veteranurin, sum sleit sínar fyrstu barnaskógvar á Gjarðanesi, tóktist stýra bóltinum í málið við hondini.
Alexander Johansen økti til 5?1, og tað var um reppið, at hann gjørdist trímálsskjútti, men beinini vórðu tikin undan honum, júst tá hann úr púra leysari støðu skuldi royna seg. Innskifti Jóhannes Mikkelsen staðfesti sigurin í tennistølum.
Skála-KÍ 6-1 (1-0)
1-0: Alexandur Johansen
2-0: Bogi Gregersen
3-0: Bogi Gregersen
4-0: Kaysten Rasmussen
4-1: Olgar Danielsen
5-1: Alexandur Johansen
6-1: Jóhannes Mikkelsen