Skála skal hava nýggjan formann

Tað eru vónir um eitt lagaligari ár fíggjarliga hjá Skála Ítróttarfelagi.

Tað hevur ikki verið lætt at fáa fólk at manna nevndina hjá Skála Ítróttarfelagi, sum harnæst hevur havt eitt fíggjarliga tungt ár í 2019, men eftir aðalfundin í kvøld er nýtt fólk komið til og vónir eru um eitt bjartari ár í ár.

- Fíggjarætlan og raksturin fyri 2020 er tilrættislagdur soleiðis at felagið skal koma út við skinninum á nøsini í ár, skrivar Skála IF á facebook.

Formaðurin, Rógvi Reinert Djurhuus, hevur valt at taka seg úr nevndini, og harvið skal Skála hava ein nýggjan formann. Hesin verður funnin á næstkomandi nevndarfundi, skrivar Skála.

Nýggj fólk í Skála-nevndini eru Malena Jacobsen, Ingi Hansen, Teitur Reinert Joensen og Bogi Kallsberg. Annika Klein og Per Mikkelsen halda fram í nevdini, meðan Arni Klein Abrahamsen er tiltakslimur.