Skála skal úr botninum

John Petersen, venjari, staðfestir, at Skála skal vinna fleiri av dystunum, sum resta. Og hann sær fegin, at byrja verður í annaðkvøld

Á Skála kunnu tey staðfesta, at skjótt broytist í fótbólti. Fyri tveimum árum síðan var felagið við í heiðursmerkjastriðnum í Formuladeildini. Nú skal stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Stig skulu fáast til høldar skjótast gjørligt, og skálamenn síggja fegin, at trý stig koma á kontoina, tá fuglfirðingar vitja í morgin.

- Fyri at sleppa undan niðurflyting skulu vit vinna fleiri av dystunum, sum resta. Og vit kunnu líka so væl byrja í morgin, sigur John Petersen, venjari, í stuttari viðmerking.

Verjuleikarin Vali Miela er leikbannaður, og verður tískil ikki við í morgin. Teitur R. Joensen og Jógvan Joensen eru ikki tøkir, vegna skaða.

ÍF hevur vunnið sær fasta legu í miðjuni av stigatalvuni. Fuglfirðingar skulu sjálvsagt vinna sær fleiri stig fyri at varðveita sætið, men David Jones og hansara leikarar hava ráð at missa stig. Tað fer ikki at broyta, at ÍF fer at leggja nógv fyri at fáa øll stigini á Skála í annaðkvøld.

Framherjin Sasa Jovanovic er skaddur, meðan miðvallarin Høgni Madsen ikki verður við vegna leikbann.