Skála slapp av botninum

Fyri fyrstu ferð í seks landskappingardystir eydnaðist Skála at fara av vøllinum við øllum stigunum

Fótbóltur

Eftir at hava mest sum vant seg við tilveruna sum oddalið, hevur smakkurin á Skála verið nakað øðrvísi hetta kappingarárið. Síðani trivaliga sigurin á VB/Sumba longu í øðrum umfari, hevur liðið bara fingið tveir javnleikir, meðan ikki færri fimm dystir eru taptir.

Ikki minst mundi tapið fyri ÍF fyri eini viku svíða fast hjá skálamonnunum, og hjá onkrum av áskoðarunum mundu tankar frá teirri uppgerðini fara at spøkja aftur sunnudagin.
Dysturin var nevnliga bara fáar minuttir gamal, tá Jónhard Frederiksberg legði vertirnar á odda, eftir at Pauli G. Hansen legði innfyri Og tó at málið vakti frøi, so mundu heimaáskoðararnir eisini hava tankarnar afturi móti ÍF-dystinum, har líknandi støða varð søplað burtur í 2-1 tapinum.

Misnýttu brotsspark
Fyri steðgin var tó sjáldan, at B68 veruliga gjørdi um seg. Fitta lotið, sum lá eftir vøllinum, var við Skála, og við skjótum álopsfótbólti løgdu teir stórt trýst á Tofta-málið, har Tórður Thomsen fleiri ferðir sýndi síni góðu evni.
Eftir steðgin kom tó vend í. B68 legði nógv fyri, og fleiri ferðir var Skála-verjan um ein háls av væl stríðandi B68-liðnum.
Heimaliðið royndi at dúva upp á kontra, og eftir 20 minuttum tóktist hetta eisini geva úrslit, tá brotsspark varð dømt. Innskifti Bogi Gregersen varð settur at skjóta, men hóast skotið var væl plaserað, so hevði Tórður Thomsen lúrt skjúttan av.
Og so gjørdist tað  við Skála-eygum  óneyðuga spennandi seinasta hálva tíman. Toftamenn tóktust aftur fáa luft við misnýtta brotssparkinum, og seinasta korterið søktu teir støðugt á málið hjá vertunum. Talan gjørdist tó ikki um nakran heilt upplagdan møguleika í spentu støðunum, men tað er einki at ivast í, at heimaáskoðararnir mundu draga andan nakað lættari, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Skála fekk trý stig, kom úr botninum, og eftir tveir sigrar á rað er sjálvsálitið um at vera tað rætta á liðnum.
Hjá B68 stendur hinvegin einki til. Teir hava nú tapt í seks dystum á rað, og tað speglast eisini aftur á stigatalvuni. Komandi vikuskifti skulu teir royna seg á heimavølli móti GÍ, og tá verður neyðugt at fáa stig, skal liðið ikki søkka heilt burtur ímillum.