Skála-spælari til KÍ

Erland B. Danielsen skal næsta kappingarár spæla fyri KÍ. Tað skrivar fjepparasíðan hjá KÍ. Erland B. Danielsen er U19 landsliðsspælari, og hann varð fleiri ferðir í farna kappingarári millum teir bestu í dysti hjá Skála. Nú leitar Erland sær nýggjar avbjóðingar, eftir at Skála flutti niður í 1. deild, og hann hevur gjørt avtalu við KÍ um næsta kappingarár.