TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr samrøðurnar FM1 gjørdi við miðvallaran hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni og høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein aftaná dystin í Fuglafirði har Skála við málum frá Pæturi Dam Jacobsen og Heðini Klakstein í fyrra hálvleiki, og Fróða Benjaminsen seint í seinna hálvleiki tryggjaði sær ein 3-0 sigur, og fyribils oddasessin í Betrideildini.
Eyðun Klakstein er glaður fyri, at hansara menn stríddust væl í einum heldur rótutum dysti, og dugdu at sláa til tá tað galt. Tað ljóðar gott í oyrunum hjá teimum á vestara armi á Skálafjørðinum, at tey eru oddalið, men har fara tey ikki upp at flákra av tí.
Dánjal á Lakjuni ásannar, at enn hevur ÍF ikki heilt vant seg við tilveruna í Betrideildini aftur, men hann er ivaleysur í, at tað fer at rigga betur hjá ÍF skjótt.